SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA vernissage 27.juli

Sum ígjøgnum sortar skýggja

 kemur fram hin gylta sól,

 so at bølmyrkur má flýggja,

 lýsir í um tind og hól.

 Vælkomin til framsýningina SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanna Bjartalíð, Tórodd Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Tað eru fleiri orsøkir til, at eg valdi eina reglu úr einum kendum páskasálmi hjá Kingo sum yvirskrift til hesa verkætlanina. Eg havi nýliga skrivað um føroyska samtíðarlist í bókini Í eygnahædd, har eg millum annað komi inn á nýbarokka rákið og mótsetningin millum ljós og myrkur.

Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk – henda framsýningin er á sama hátt sett upp í mótsetningum. Tankin er, at mann trínur inn í ljósið og tá mann so gongur runt, er myrkrið har. Sjálvt um stórir munir eru á verkunum, eru eisini nógvur skyldskapur millum tey bæði formliga og innihaldsliga.

SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA er altso skipað soleiðis, at hon kann fatast í mótsetningum millum ljós og myrkur. Onkrastaðni harímillum eru vón og minnir – vanitas og memento mori – offurlambið, seyðarhøvdið, alt sum var og fór og fer. Samstundis sum vit fáa okkum ein døgverðabita á middegi, ber útvarpið boð um deyða, hungursneyð og oyðileggingar í Gaza, Ukraina og aðrastaðni og at enda koma andlátini og tá skulu børnini tiga, so vit hoyra hvør er deyður, er tað nakar mann kennir og síðan verður boðað frá bingo - ongastaðni er sambandið millum lív og deyða so ásýniliga absurd sum við døgverðaborðið – tað er okkara dagliga áminning um at gleðast um lívið meðan vit enn eru til.

Kinna Poulsen

SUM Í GJØGNUM SORTAR SKÝGGJA

Teksten er oversat til dansk nederst

 Sum ígjøgnum sortar skýggja
kemur fram hin gylta sól,
so at bølmyrkur má flýggja,
lýsir í um tind og hól.

Sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 letur framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA upp í Steinprenti. Tað er ein framsýning um ljós og myrkur við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanna Bjartalíð, Tórodd Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

Heilt frá byrjanini hevur ljósið spælt ein høvuðsleiklut í føroysku myndlistini – bæði tað náttúrliga sólarljósið, men eisini myndaliga og andaliga sæð í glæmuni frá tjóðskaparromantiska rákinum. Tað tók sína tíð áðrenn hetta rák rakti við Føroyar, men har afturfyri vardi tað leingi og er neyvan liðugt enn - Føroyingar halda framvegis, at tað er vakrast í Føroyum og hvørja ferð sólin sær, eru sosialir miðlar á tremur av føgrum góðveðursmyndum. Ljósáhugin í føroysku listini er eyðvitað tengdur at landslagslistini og tess hálv- og heilabstraktu avleggjarum, ið hava úrslitað í einari serligari glitrandi kolorismu.

Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk; jú gjølligari kunnleikin er um myrkrið, tess størri er tørvurin á ljósi og tess størri týdning fær hon; tann tunna ljósglæman, sum fellur inn í myrka barnakamarið, tá tað er nátt og tíð at sova. Eins og veðrið er eisini lýsið afturvendandi evni í okkara gerandispráti. Í tjóðsanginum syngja vit um “myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál/ og ljósið, sum spælir mær sigur í sál”. Mótsetningsparið er somuleiðis miðdepil í skaldskapinum hjá Thomas Kingo og her er tað væl at merkja myrkrið, sum løðir ljósið, eins og ein inniligur alskur til tað tímiliga styrkir longsulin eftir tí himmalska. Tað eru inngangsorðini til ein kendan páskasálm hjá Kingo, ið mynda heitið á framsýningini, ið eins og lýrikkurin hjá Kingo er merktur av sterkum myndamáli, barokkum mótsetningum og sansaligari orku.

Ljósið í litunum

Í einari framsýning um ljós er Hansina Iversen sjálvsagdur luttakari. Hjá henni býr ljósið í litunum í málningum, sum mangan eru at kalla yvirnatúrliga vakrir. Men listin hjá Hansinu er annað og meira enn bara vøkur. Hetta er samtíðarlistaverk, ið sum svampar súgva tíðina í seg. Sum ein franskur ummælari viðmerkti, er ljósið í verkunum hjá Hansinu Iversen so ógvisligt, at mann av sær sjálvum kemur í tankar um alt myrkrið rundanum. Ljósið speglast aftur í bjørtu litunum, men lýsir eisini í hvítu bakgrundini, sum hómast í støðum og gløðir aftanfyri litirnar so bjart, at áskoðarin má snerkja upp móti málningunum sum var talan um sólina sjálva. Litirnir eru ein søga fyri seg. Ein stórur reydligur málningur er settur saman av magenta, rustreyðum, kadmiumreyðum, gulum okra, kadmiumgulum og sitróngulum tónum, sum lýsa og undra okkum - hvussu kann tað bera til at seta so nógvar brennandi litir saman í eitt og sama myndarúm, uttan at eldur kemur í tað? Allur myndaflatin kókar, men verður køldur av teimum titanhvítu meira og minni gjøgnumskygdu formunum, sum dala niður yvir myndaflatuna í eini tilvitað tilvildarligari skipan. Tað er ein kompositión, sum tykist bjóða sær sjálvum av og broytir skap eftir hvar á myndaflatanum tú fokuserar. Eina løtu er tað eins og tey hvítu skapini hava høvuðsleiklutin. Løtu seinni verða tey yvirhálað av teimum reydligu avlongu strokunum og lítla blá ovalinum niðast, ið stendur eins og eitt koloristiskt undantak sum ein djarvur einstaklingur, ið torir at vera øðrvísi.

Big Beautiful Balls

Randi Samsonsen er tekstillistakvinna, hvørs verk fevna breitt um sera ymisk evni. Listakvinnan, sum herfyri vann ta donsku AICA listaummælaravirðislønina, hugsar, heklar, bindur, seymar og broderar síni verk, ið tó at tey eru bleyt við einum tilvitað klombrutum, elskuligum og skemtiligum framburði, ikki sjáldan hava samfelagskritiskan brodd – hetta er eisini galdandi fyri nýggja verkið Big Beautiful Balls, ið er eitt ljósaviolett/gult avbrigdi av einum posakendum skapilsi, sum Randi hevur arbeitt við seinastu árini. Hetta skapið er universalt og verður nýtt á konseptuellan hátt soleiðis, at tað til dømis á einari framsýning kann sipa til lívgevandi dropan í kendu yrkingini hjá Karsteni Hoydal, meðan tað aðrastaðni snýr seg um kapitalismukritikk rætt og slætt. Nýggja mjúka heingistandmyndin hjá Randi glitrar sum tann gylta sólin hjá Kingo, men heitið er meira ófrættakent og sipar til ivasama lógarpakkan hjá amerikanska forsetanum, sum hann kallar One Big Beatiful Bill. 

 Antikríggj

Framburðurin tykist aggressivur og konfronterandi í verkunum hjá Claus Carstensen, sum herfyri gjørdi sjey nýggj prent í Steinprenti. Prentrøðin er svørt og hvít við teksti og ymiskum figurum, ið ofta venda sær frontalt móti áskoðaranum. Teksturin sýnist somuleiðis ágangandi; á einari mynd stendur “Volksverdummung”. Hugtakið er áhugavert; slært tú týska orðið upp, verður tað útgreinað og sammerkt við aðaltættir, sum munu finnast í fascismuhondbókini t.e. hugtøk sum demagogi, propaganda og volksverführung og so eru vit aftur inni á tí politiska. Í framsýningarheildini mynda hesi verk myrkrið, men her er eisini ljós og vakurleiki í teimum sera komprimeraðu verkunum hjá Claus Carstensen. Myndirnar eru fullar av sitatum, ið tó, at tey leiða aftur í tíð, tykjast ørkymlandi aktuell. Ymsastaðni á myndaflatuni verða brot úr eini avbronglaðari avgamlari týskari vøgguvísu endurgivin, har inniligi sangurin fyri lítla barninum fær ein dystopiskan klang, tí pápin er farin í kríggj í Pommerland og Pommerland brennur. Sum kunnugt er henda sama ræðuliga støða veruleikin hjá nógvum børnum í heiminum í dag. Grafiska røðin hjá Claus er sett saman av antikrígsmyndum av sama slagi sum hjá Goya, har durvandi skilvísið framleiðir óunnilig ódjór.

 Myrkrið í gipsinum

Tað tilfarsliga hevur stóran týdning hjá Jóhan Martini Christiansen, sum í mong ár hevur arbeitt við gips. Gipsrelieffini verða stoypt á pappstykkjum, sum listamaðurin hevur valt sum grundformar. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað. Yvirflatin minnir um papp, men er gips. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral, sum vit kenna t.d. frá gipsavstoypingum av standmyndum. Gipsverkini hesaferð eru kolasvørt og henda koloristiska umbroytingin hevur stórt árin á verkini, ið gerast eins og ein døkkur portalur inn í myrka partin av framsýningini.

Memento mori

Partur av framsýningini er ein memento mori veggur, sum m.a. fevnir um tvær sera ymiskar myndir hjá Fríðu Matras Brekku. Tað er eitt steinprent við bláum ljósi í myrkri av útsýninum hjá listakvinnuni yvir á Koltur og ein eymliga neyv blýantstekning av víðagitna verkstaðshundinum Blixen, sum bara hevði trý bein og tá onkur harmaðist um hetta, var hundamamman Fríða skjót at svara, at tað altso var eitt meira enn tey tvey hjá viðmerkjaranum. Eins og í sálmatekstinum hjá Thomas Kingo, er framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA skipað soleiðis, at hon kann fatast í mótsetningum millum ljós og myrkur. Onkrastaðni harímillum eru vón og minnir – vanitas og memento mori – offurlambið, seyðarhøvdið, alt sum var og fór og fer. Samstundis sum vit fáa okkum ein døgverðabita á middegi, ber útvarpið boð um deyða, hungursneyð og oyðileggingar í Gaza, Ukraina og aðrastaðni og at enda koma andlátini og tá skulu børnini tiga, so vit hoyra hvør er deyður, er tað nakar mann kennir og síðan verður boðað frá bingo - ongastaðni er sambandið millum lív og deyða so ásýniliga absurd sum við døgverðaborðið – tað er okkara dagliga áminning um at gleðast um lívið meðan vit enn eru til.

Sami boðskapur býr í viðinum hjá Hanna Bjartalíð, hvørs lívrunnu standmyndir bera brá av stórum tokka til tilveruna og alt tað vakra. Listaverkini hjá Hanna Bjartalíð eru humanistisk við stórum ansi fyri menniskjanum, ið verður lýst við eymleika og humor. Hann hevur í seinastuni miðsavnað seg um blómumyndevnið, sum leingi var mikið vanvirt, tí tað var sett í samband við kvinnulist. Hanni hevur í tekningum, relieffum og standmyndum arbeitt við myndevnum, ið minna um vanitasmyndir frá barokktíðini – t.e. til dømis í uppstillingum av øllum møguligum lutum, fløskum, blómum, skøltum osfr. Hann er í seinastuni vorðin eitt sindur meira monumentalur og tað dugir hann væl. Ein stór standmynd stendur á Glasi og tað tykist upplagt at fáa fleiri settar upp í almenna rúminum eitt nú í heimbýnum hjá Hanna í Klaksvík har tey eru ófør at seta upp standmyndir. Í teimum mangan stuttligu verkunum hjá Tóroddi Poulsen býr djúpur tilveruligur álvari og ein sera originalur háttur at hugsa myndevni, ið eitt nú fevna um víngløs og skøltar. Í einum prenti sæst ein svørt hond miðskeiðis í myndarúminum. Á hvørjum fingri balanserar eitt trivaligt glas av reyðvíni og uppiyvir henni síggja vit ein grínandi deydning undir reyðhúgvu - hvør veit, kanska gleðir hann seg at halda ólavsøku?

Framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA letur upp í Steinprenti sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 og er opin um ólavsøkuna. Hjartaliga vælkomin. Kinna Poulsen, sum nýliga hevur givið út samtíðarlistabókina Í eygnahædd (Sprotin), hevur kuraterað framsýningina.

SOM DEN GYLDNE SOL FREMBRYDER

 

Som den gyldne sol frembryder
gennem den kulsorte sky
og sin stråleglans udskyder,
så at mørk og mulm må fly.

Søndag den 27. juli klokken 16-18 åbner SOM DEN GYLDNE SOL FREMBRYDER i Steinprent. Det er en udstilling om lys og mørke med værker af Hansina Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen og Fríða Matras Brekku. 

Helt fra begyndelsen har lyset spillet en stor rolle i færøsk kunst – både det naturlige sollys, men også i metaforisk forstand påvirket af de nationalromantiske strømninger fra fastlandet. Interessen for lys i færøsk kunst er naturligvis knyttet til landskabsmaleriet og dets semi-abstrakte og abstrakte efterkommere, hvilket har resulteret i en særlig funklende kolorisme. Selvom også færøsk billedkunst er blevet kompleks og mangfoldig, er lys og mørke stadig vigtige fænomener i et land, hvor oplevelsen af både vintermørke og sommerlys er intensiv og dialektisk. Det virker som om, at jo mere indgående kendskabet er til mørket – desto større er behovet for lys. På Færøerne taler vi en del om vejr og vind og lys, der også adresseres i den færøske nationalsang, hvor mørket hæmmer imens lyset giver sejr. Modsætningsparret er ligeledes centralt i Thomas Kingos poesi, hvor det vel at mærke er mørket, der oplader lyset betydning, ligesom det er kendskabet til og glæden ved de timelige goder, der er med til at fundere længslen efter det himmelske. Udstillingstitlen SOM DEN GYLDNE SOL FREMBRYDER stammer fra en af Thomas Kingos påskesalmer, der på samme måde som udstillingen er præget af stærkt billedsprog, barokke kontraster og sanselig energi.

Lyset i farverne

I en udstilling om lys er den færøske billedkunstner Hansina Iversen ikke til at komme udenom. Hos hende skinner lyset i farverne på malerier, som ofte forekommer nærmest overnaturligt skønne. Men de er tillige samtidsværker, der som svampe absorberer tiden. Som en fransk kritiker bemærkede i en anmeldelse, er lyset i Hansina Iversens værker så blændende voldsomt, at man helt automatisk kommer i tanker om mørket omkring. Lyset reflekteres i de klare farver på lærredet, men skinner også ud igennem fra den hvide baggrund. Farverne er en historie for sig selv. Et stort rødt maleri, komponeret af magenta, rustrød, cadmiumrød, gul okker, cadmiumgul og citrongul fascinerer og forundrer, for hvordan kan det være muligt at placere så mange brændende farver i et og samme billedrum uden at der går ild ind i det? Hele overfladen koger, men afkøles af de titaniumhvide mere eller mindre transparente former, der daler ned over overfladen. Det er en komposition, der ændrer karakter afhængigt af, hvor på billedfladen, man fokuserer. Et kort nu er det, som om de hvide formationer har hovedrollen. Et øjeblik senere overmandes de af de røde, aflange strøg og den lille blå oval i bunden, der med en modig individualistisk gestus står frem som en koloristisk undtagelse.

Big Beautiful Balls

Randi Samsonsen er tekstilkunstner, hvis værker favner bredt teknisk og indholdsmæssigt. Kunstneren, hvis projekt på Trapholt, Things Matter fik kunstkritikerprisen for årets kunstbegivenhed 2024, tænker, hækler, strikker, syr og broderer sine amorfe værker. Figurerne kan med deres tilsyneladende kluntede udtryk forekomme morsomme, men det er en del af kunstnerens afvæbnende strategi. I virkeligheden har værkerne ikke sjældent samfundskritisk kant, hvilket er gældende for Randi Samsonsens nye værk, Big Beautiful Balls, der er en gulviolet variation af en dobbelt poselignende form, som hun har arbejdet med i flere år. Det er en universal form, der anvendes konceptuelt således, at den i én udstilling kann manifestere en regndråbe fra et kendt nationalt digt, imens det andre steder handler om kapitalismekritik. Den nye hængende skulptur funkler som Kingos gyldne sol, imens titlen refererer til den amerikanske præsidents noget tvivlsomme skattereform/lovpakke med den typisk selvforherligende titel: One Big Beatiful Bill.

Antikrig

Udtrykket er både aggressivt og konfronterende i Claus Carstensens værker. Det er en serie med syv litografier, som kunstneren har fremstillet i Steinprent i år. Trykserien er sort-hvid med tekst og forskellige figurer, der ofte vender frontalt mod beskueren. Teksten forekommer ligeledes aggressivt pågående, skrevet med store ujævne versaler; på ét billede står der "Volksverdummung" ned over billedfladen. Udtrykket folkefordummelse er interessant – hvis man slår det tyske ord op, beskrives det med synonymer, der klart må figurere i enhver fascismemanuel, d.e. udtryk som demagogi, propaganda og folkeforførelse og hermed er vi jo tilbage i det politiske. På udstillingen er disse værker en del af den mørke side, men der er også lys og skønhed i Claus Carstensens komprimerede værker. Billederne er fulde af citater, der, selvom de går tilbage i tid, virker nærmest chokerende relevante og nutidige. Flere steder gengives fragmenter af en forvrænget gammel vuggevise, hvor den inderlige godnatsang til det lille barn får en dystopisk klang. Istedet for at trøste og forsikre barnet om alt det gode og trygge i tilværelsen, hævdes faren at befinde sig i Pommerland, der er brændt ned. Det er som bekendt den samme forfærdelige situation, der er virkelighed for mange børn i verden i dag. Således kan man anskue Claus Carstensens grafiske serie som en form for anti-krigskunst, beslægtet med Goyas sorte malerier og rædselsvisioner om krig og fornuftens søvn.

Gipsens mørke

Materialet er af stor betydning for Jóhan Martin Christiansen, der arbejder med skulptur, installation og som har arbejdet med gips i mange år. Hans gipsrelieffer er støbt på stykker af pap, som kunstneren har valgt som grundformer. I processen overføres ét materiale således til et andet. Overfladen ligner pap, men er gips. Gips eller calciumsulfat er som bekendt et naturligt hvidt mineral, som vi f.eks. kender fra gipsafstøbninger. Gipsværkerne på udstillingen er kulsorte og denne farveændring har stor indflydelse på værkerne, der sammenlagt udgør en form for mørk portal ind i den dunkle del af udstillingen.

Memento mori

En del af udstillingen er en slags minde- eller memento mori-væg med bl.a. to ganske forskellige værker af Fríða Matras Brekku. Det er henholdsvis et nyere litografi med udsigten fra hendes hus på Velbastaður over på øen Koltur i blåt lys i mørke, samt en kærlig blyantstegning af den højt savnede trebenede værkstedshund Blixen, som Fríða nåede at forevige i en del billeder. På samme måde som i Thomas Kingos salmetekst er udstillingen GENNEM SORTE SKYER opbygget i spændet mellem lys og mørke. Et sted herimellem er der håb og minder – vanitas og memento mori – offerlammet, fårehovedet, bardommens sange, alt, hvad der er, var og forgår. Samtidig med at vi spiser vores frokost, hører vi radioavisen om død, hungersnød og ødelæggelser i Gaza, Ukraine og andre steder. I færøsk radio annonceres desuden alle nationale dødsfald, derfor må børnene tie stille hver dag omkring klokken 12.30, så vi kan høre hvem der er døde – det kan være, det er en vi kender. Det lyder morbidt, men giver et vågent forhold til døden og er en daglig påmindelse om at nyde livet, mens vi stadig eksisterer. Hanni Bjartalíðs værk er grundlæggende humanistisk med en stor respekt for mennesket, der belyses med lige dele ømhed og humor. Den alsidige og originale kunstner har arbejdet motivisk med opstillinger med vanitasmotiver, flasker, kranier og blomster. I de senere år er det ikke mindst sidstnævnte florale motivkreds, som Hanni Bjartalíð har dyrket. Tóroddur Poulsens humoristiske værker kan indeholde stor alvor og en meget original måde at tænke motiver - herunder vinglas. I et litografi ses aftrykket af en sort hånd midt i billedrummet. På hver finger balancerer et velskænket glas rødvin, og over det svæver der en grinende dødning i rød færøsk hue - hvem ved, måske glæder han sig til at fejre ólavsøka?

Udstillingen SOM DEN GYLDNE SOL FREMBRYDER åbner i Steinprent søndag den 27. juli kl. 16-18 og er åben i løbet af ólavsøka. Alle er hjertelig velkomne. Kinna Poulsen, der for nylig har udgivet en bog om samtidskunst på Færøerne (Í eygnahædd) har kurateret udstillingen.

BARA BARA PAPPÍR

Ólavsøkuframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Beintu á Torkilsheyggi, Guðrið Syderbø og Mariu Luihn í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16 i Smiðjuni í Lítluvík. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, setur framsýningina og Petra Iversen syngur. Listakvinnurnar eru sjálvar til staðar ólavsøkuaftan.

Opið er: 28. frá kl. 16-19 og 29. & 30. frá kl. 14-19

REKI

 Rannvá Holm Mortensen sýnir fram í Víngarðinum

Leygardagin 12.juli klokkan 15-17 letur upp framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen í Víngarðinum við heitinum Reki. Listaliga virksemið hjá Rannvá Holm Mortensen er fjølbroytt og fevnir um um málningar, grafikk, installatiónir, readymades, relieff og kollasjur av ymiskum slag. Og júst kenslan av samanhangi er týdningarmikil partur av hesum verki antin tað snýr seg um viðurskifti millum menniskju, tað, sum er millum náttúru og menniskju, millum ymisk sløg av tilfari, millum partar og heild, millum okkum og upphav, men sum eisini kann nerta við ein poetiskan samanhang.

Seinastu gott og væl tjúgu árini hevur Rannvá Holm Mortensen sjálv og saman við øðrum tikið lut á hópin av listaframsýningum. Umframt at vera myndlistakvinna, arbeiðir hon eisini við tekstum og hevur síðan debutsavnið Sólsmakkur (Sprotin 2018) givið út á bæði føroyskum og enskum. Harvið eru orð týdningarmikil partur av hennara listaliga amboðskassa.

Reki er eitt serstakt orð við nógvum møguleikum. Á framsýningini við sama heiti darrar orðið eins og ekkolodd millum hugmynd og tilfar og gerst eitt slag av savnandi myndamáli um framsýningina. Ein orð sum reki er bæði lítið og stórt og kann vera bæði lætt og tungt – tað er eitt navnorð á tremur av rørslu samstundis sum tað kann vera eitt heldur vilst sagnorð í fyrsta persóni. Rekar kalla vit tað, sum tilvildarliga dettur á sjógv og rekur á sjónum til tað rekur upp á land, har onkur finnur tað. Okkurt týdningarleyst, sum fekk eitt endamál. Kanska kann rekin brúkast sum byggitilfar til eini hús og møguliga er hann byrjanin til eina yrking ella eitt listaverk. Sostatt kann heitið bæði sipa til ymiskt tilfar, sum Rannvá Holm Mortensen brúkar, t.d. bambus, træ og smálutir, men myndevnisliga kenna vit eisini aftur ymiskt, sum hevur við sjógv at gera ella minnir um okkurt slag av rekum. Í huganum flota vit bátin og sigla avstað sum rekar móti nýggjum endamálum. Øll eru vælkomin á framsýningina, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 12.juli klokkan 15-17.

Við vitlíki inn í ein nýggjan heim

Dennis agerblad á føroyskari listaframsýning í 1999

maður:glotti

Føroyski tónleikabólkurin maður:glotti við Dennis Agerblad og Terja Krossteig hevur givið út sítt triðja staklag í ár, ið hevur heitið “Tango”. Ein merkiligur sangur, men kortini við somu brigdum og hugburði, ið hevur merkt allar útgávur hjá tónleikabólkinum síðan teirra fyrstu útgávu í 1997. Teir hava eitt serligt ljóð, sum vit á nútíðarføroyskum kanska kunnu kalla kvir av enska hugtakinum queer, ið er eitt hugtak, sum mennir seg. Eg haldi, at tað er farið at fevna breiðari enn bara um kynsligan samleika, soleiðis sum hugtakið av fyrstan tíð varð allýst, tí kvir snýr seg um at vera øðrvísi, at sansa øðrvísi og at síggja øðrvísi uppá tingini enn meirilutin. Listaligi framburðurin hjá Barbaru í Gongini er í onkran mun kvirur við denti á tað androgyna og Tóroddur Poulsen hevur í fleiri verkum viðgjørt normalitetin og tað siðbundna og hevur gjørt verk við kvirum brigdum – einastaðni í einum prenti hjá honum stendur ein smartur ungur maður við talubløðru sum um hann sigur “Oys nei, eg gangi ikki í grind” - tað er eitt slag av anti til alt tað, sum plagdi at ímynda ein rættan føroyskan mann.

Fjøllistamaðurin Dennis Agerblad aka Robin Ova Tolfsen hevur meginpartin av síni tilveru búð og arbeitt í Danmark. Fyrstu ferð, vit upplivdu hann í myndlistahøpi, var á framsýningini Færøsk Kunst á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá syndi hann fram nakrar fotobaseraðar sjálvsmyndir, har hann var pallsettur í myrkamorreyðari troyggju og tað var nokk so straight og normcore og vanligt og vit, sum sóu ta framsýningina minnast hvussu heilt óalmindiliga løgnar hesar myndir vóru hildnar at vera. Tað var í teirri tíðini, tá sjálvur samleikin hjá føroyskari list var uppi at venda í heilum, tí átti føroysk list veruliga at síggja soleiðis út? Er det færøsk? Dennis Agerblad og maður:glotti eru pionerar, sum frá byrjan hava sett seg út um vanlig mørk. Við løgum sum “eg sigi ja” varpa maður:glotti ljós á útihýsing og happing av m.a. samkyndum og øðrum minnilutum, sum merktu okkara samfelag í farnu øld. Í hesari øldini eru vit komin langt á leiðini við LGBT+ Føroyar á odda at basa tílíkum ljótum og mannminkandi aburði mótvegis samkyndum medborgarum, meðan vit kanska ikki eru komin líka langt, tá tað snýr seg um okkara tvørkyndu medborgarar. Tú upplivir meira enn so hampafólk siga “Altso nú havi eg einki ímóti hvønn seksualitet fólk hava, men… “ og so kemur okkurt transfobt og menniskjafíggindaligt møsn.

Dennis Agerblad hevur sent mær ein teldupost um tað nýggja lagið, har hann m.a. greiðir soleiðis frá: “Fyrst kom hugskotið til ein tangobass, sum kom fram fyri meg sum úr leysum lofti. Síðani komu orðini og lagið. Tá ið vit í maður:glotti høvdu innspælt sang og gittara, byrjaðu vit at hugsa um tað visuella. Við vitlíki er tað nú møguligt at kanna øki, ið áður hava verið óatkomilig. Ein kensla av at royna okkurt nýtt – líkasum tá mann smyr máling á eitt lørift. Tú kanst hava eitt hugskot í høvdinum, men tað skal ígjøgnum øksl, armar, hendur – og til endans sita í fingrunum, sum ikki altíð duga at siga júst tað, sum er í huganum. Somuleiðis er tað við vitlíki, ið broytist frá viku til viku – tað, tú fært burturúr í dag, hevði verið ómøguligt í síðstu viku, og tað, tú kanst í morgin, er nakað heilt annað. Hetta verkið er tí eitt myndaligt úrslit av júst tí, eg megnaði at seta saman til tann 4. juni 2025, tá triðja staklagið í ár, hjá okkum í maður:glotti, "Tango", kom út”.

List er spæl

Longu í 1999 sást á verkunum hjá Dennis Agerblad, at talan er um progressivt listafólk, sum ikki ræðist framtíðina heldur tvørturímóti: “Altíð hevur framtíðin drigið meg – serliga science fiction. Tá eg átta ára gamal hoyrdi "Nummern" við týska bólkinum Kraftwerk, har teir telja á ymsum málum við robottrøddum, kendi eg meg heima. Tað var eitt mál, eg mátti læra meg. Eg havi skapt nógvan elektroniskan tónleik og arbeiðið við “Tango” kendist sum at mála – nýggjar animatiónir blivu gjørdar nærum dagliga í tríggjar mánaðir. Eg broytti, snaraði, setti saman. Tá sjónbandalagið var liðugt fekk eg av restum og fráklippum íblástur til at gera eina teknirøð. Tó, at eg havi lisið nógvar, havi eg ongantíð hugsað um at gera eina sjálvur. Men figurarnir stóðu brádliga har og hoppaðu framman fyri mær - teir vildu spæla. Tað er júst tað, hetta er fyri meg: Eitt spæl. At skriva tekstir, skapa tónleik, gera video og at tekna. Staklagið "Tango" snýr seg um hvussu trupult tað kann vera at finna saman, tá tú og tann, tú hittir, hava ymiskar háttir at skilja lívið og tilveruna. Í lagnum syngi eg duett við Niels Arge Galan, meðan Terji spælir eina tónleikliga duett við tangobassin – báðar duettir leggja dent á spenningin og søta sorgblídnið í lagnum”.

Konsert á Maggies

Dennis Agerblad arbeiðir ofta sjálvur, men samstarvar eisini við onnur listafólk. Um maður:glott samstarvið sigur hann: “Vit hava havt eina serliga orku síðan vit hittust í 1988. Vit hava hvør í sínum lagi ment okkum í ymsar ættir – hann í blues, eg í elektroniskum tónleiki – men tað vit skapa saman, kundi eingin av okkum gjørt einsamallur. Vit í maður:glotti hava givið út 3 album. Í 1997 kom "sum" saman við 13 málningum - ein til hvørt lag. Verkini vóru sýnd fram í Fútastovu á Kongabrúnni. Í 1999 kom "nakin?" við naknum sjálvsportrettum og í 2008 kom "land" har allar titlarnar endaðu við ...urin. Tildømis kossurin, dansurin, lyklasmiðurin. Í fjør summar 2024 møttust vit aftur í Havn og byrjaðu at skriva nýggj løg. 25. juli 2025 spæla vit okkara fyrstu konsert í áravís á Maggies, saman við bassleikaranum Kristin N. Bech”.

https://www.youtube.com/@madurglotti

Pól Andrias Ziska PAZ fekk tvær Michelinstjørnur

Tá Michelinstjørnurnar mánakvøldið vórðu latnar norðurlendskum matstovum gjørdist greitt, at PAZ við Pól Andrias Ziska fekk tvær stjørnur í einum. Føroyski kokkurin, sum gjørdist kendur á KOKS matstovuni, ið vann Føroya fyrstu Michelinstjørnu í 2017, læt fyri kortum upp matstovuna PAZ í Dr. Jacobsensgøtu í miðbýnum Havn. Onkur vónaði, at PAZ fór at fáa eina stjørnu, men eingin væntaði tvær - tað er einki minni enn ein sensatión. Hjartaliga til lukku, PAZ - til lukku til føroyska gastronomi, ferðavinnu og harvið til lukku til okkum øll!

Listasummar

Nú er summarið komið og skjótt hava fólk flest summarfrí og tíð at slappa av og hugna sær og ofta hevur listin stóran leiklut í summarferiuni hjá fólkum, ið lesa bøkur, lurta eftir tónleiki, síggja film og ganga á listaframsýningar osfr. Hesa tíðina hava vit veruliga tíð til at njóta listina. Tá nú summarið er vorðið so listaligt sum tað er, er tað spell, at miðlarnir skrúva niður fyri blussinum um summarið, tí tá mann hevur frí hevur mann eisini tíð at lurta eftir mentanarsendingum við umrøðu og viðgerð av listini. Beint í løtuni standa listaupplivingar í bíðirøð ein eftir aðra. Í farna vikuskifti lótu tvær framsýningar upp, ein hjá Felagnum Føroysk Myndlistafelagnum við sjálvsmyndum í Gallarí Havnará. Hon verður hangandi inntil 24.juni. Í Kambanshúsi læt framsýningin Móttakari hjá Vár Samuelsen upp fríggjadagin.

Komandi vikuskifti lata tvær framsýningar upp sama dag. Tann eina er Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum við verkum eftir Ivínguak’ Stork Høegh, ið spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland. Har eru øll vælkomin til fernisering leygardagin 21. juni, kl. 15.00. Samstundis - t.e. longsta dag verður ein serlig framsýning við verkum eftir Rannva Kunoy at síggja í simulatorhøllini á flogvøllinum í Vágum - eisini her eru øll vælkomin frá klokkan 15-18, so tað ber til at byrja í Norðurlandahúsinum og síðan fara vestur. Mánadagin 23.juni letur upp framsýning hjá Rannva Kunoy í Steinprenti klokkan 17-18 - framsýningin verður hangandi ein mánaða og beint fyri ólavsøku letur ein bólkaframsýning upp í Steinprenti við heitinum Sum ígjøgnum sortar skíggja. Meira um hana seinni og um aðrar framsýningar eisini - í Víngarðinum verða verk hjá Rannvá Holm Mortensen at síggja fyrst í julimánaði og í Gallarí Havnará letur Bárður Dahl Christiansen upp framsýning 28.juni.

Kinna Poulsen

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/6/14/vr-bnadikta-samuelsen-mttakari

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/6/16/summarframsning-norurlandahsinum-vi-ivnguak-stork-hegh

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/5/27/rannva-kunoy-t-listin-mtir-maskinuni

Summarframsýning í Norðurlandahúsinum við Ivínguak’ Stork Høegh

Summarframsýningin prikar til okkara áskoðan á Grønland

Ivínguak’ Stork Høegh spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland í ársins summarframsýning í Norðurlandahúsinum. Øll eru vælkomin til fernisering 21. juni, kl. 15.00.

Stórsligin landsløg og inuittar í tjóðbúna. Soleiðis hava listafólk - serstakliga listamenn - lýst Grønland gjøgnum søguna. Ársins summarframsýning, ið er umboðað av listakvinnum, ið lýsa landið úr einum øðrvísi sjónarhorni - sum prikar til ráðandi, maskulinu áskoðanina á Grønland - og ikki at gloyma ta áskoðan, eitt hjálandaveldi hevur á Grønland.

Framsýningin Tú skoðar meg – sum eg skoði teg vísir verk hjá søguligum listakvinnum. Listakvinnum, ið lýsa gerandisdagin - børn og konur í gerandisdegnum, ið ikki bert verða eygleidd, men sum eisini eygleiða teg.

Hesi verkini, ið mestsum ikki hava fingið pláss í listasøguni, fara á framsýningini í samskifti við talgildu samklippini Arctic Exotic hjá Ivínguak’ Stork Høegh. Við skemti og spei sum amboð prikar hon og viðmerkir hjálandaarvin og mongu stereotypisku hugsanirnar um Grønland - samstundis sum hon skapar nýggjar søgur, ið knýta saman fortíð og nútíð.

Søguligu listakvinnurnar eru Christine Deichmann (1869–1945), Oda Isbrand (1904–1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883–1956) og Jette Bang (1914–1964).

Framsýningina hevur Laila Lund Altinbas, listfrøðingur, og Stine Lundberg Hansen, ið skrivar um list, sett upp.

Øll eru vælkomin til fernisering 21. juni kl. 15. Tú skoðar meg – sum eg skoði teg er ókeypis og er opin fram til 24. august.

Um Ivínguak’ Stork Høegh

Ivínguak’ Stork Høegh (f. 1982) er fødd og búsitandi í Grønlandi. Hon hevur nomið sær útbúgving á listaskúlanum í Grønlandi, á Århus Kunstakademi og sum miðlagrafikari á Keypmannahavnar Tekniska Skúla. Framsýningin vísir serliga nøkur av hennara talgildu myndasamklippum, men hon arbeiðir eisini við málningum, grafikki, keramikki, og margmiðli.

Vár Bænadikta Samuelsen: Móttakari

Tað besta, sum kann henda, tá mann júst hevur givið út eina drúgva bók um samtíðarlist í Føroyum, er at uppliva verk hjá listafólkum, sum ikki eru í bókini. Hendan herliga kenslan av, at alt kann henda, at alt møguligt spennandi er í væntu. Tað hendi í gjár í atelierinum í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban, tá Vár Bænadikta Samuelsen læt upp sína framsýning, Móttakari, ið er hennara fyrsta serframsýning. Framsýningin, sum bara vardi ta løtuna, sum ferniseringin gekk fyri seg, var sett saman av tekningum, skulpturi og installatión, hevði sterkan samanhangandi dám bæði konseptuelt, men eisini ítøkiliga við bjartlittum spreingileidningum, ið skaptu samband millum verkini. Framsýnt var eisini eitt ritverk eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum í stíli og litum víkir frá náttúrulitta universinum hjá Vár B.Samuelsen, men sum kortini umskarast í eyðsýnda áhuganum fyri náttúru, blómum, fyri várhagasóljum.

Eg kenni ikki listakvinnuna, men minnist tó eitt av hennara verkum, eina gula standmynd, sum var framsýnd í Hoydølum og seinni eisini í Listasavninum. Við framsýningarheitinum Móttakari leggur listakvinnan dent á ein tann týdningarmesta komponentin í eini listauppliving, sum samstundis er tað ókenda x´ið í líkningini og tað eru vit, móttakarar og okkara assosiatiónir. Vár B.Samuelsen líkist ikki burtur frá sínum ættarliði, hesum ungu fólkunum, ið eru so ómetaliga væl fyri og væl lærd, at mann ræðist fyri, at teirra list gerst ov hugsað, ov kalkulerað, ov lærd, men á framsýningini Móttakara var til alla eydnu eisini pláss til tað poetiska og villa við ansi fyri bæði tí skroypiliga í tilveruni, men eisini við virðing og atliti fyri framsýningarstaðnum og teirri gomlu føroysku listakempuni, sum einaferð búleikaðist har og sum testamenteraði hús sítt til listafólkini.

Tað er eitt serligt og afturvendandi brá við verkunum hjá yngra ættarliðnum, sum byrjar við slóðbrótaranum Jóhan Martin Christiansen og heldur fram hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og øðrum, at tey taka støði í framsýningarstaðnum bæði tilfarsliga og søguliga. Hetta hava vit sæð t.d. á listatiltøkum hjá Forlagnum Eksil í Gøtu og á Ólavsøkuframsýningini í fjør, ið tók støði í umbyggingini av Listaskálanum og tað sama sást eisini á framsýningini hjá Vár Bænadiktu Samuelsen fríggjadagin 13.juni. Við støði í, at framsýningarhølið er eitt atelier og altso eitt rannsóknarhøli skipar hon sína framsýning sum eina vísindaliga royndarstovu og kanning av nøkrum organiskum formum, ið bæði minna um flora og um sovorðnar seðlar sum sálarfrøðingar í filmum vísa sínum patientum at vita hvat tey ganga og spekulera uppá. Tilfarið er kring verkini er natúrviður og tykist eisini hugsað til træveggirnar á atelierinum hjá Janusi Kamban. Standmyndin í framsýningini er sett saman av onkrum jarni, sum minnir um eina gamla antennu, men jarnstengurnar eru settar oman á nakrar plátur, sum vísa seg at vera okkurt slag av væl brúktum arbeiðspodium/trolley við hjólum – eru hetta kanska arbeiðsundirløg hjá Janusi sjálvum? Tað veit mann ikki, men júst hendan standmyndin er merkiliga vøkur á sama hátt sum tann áðurnevnda gula standmyndin – tað er ikki á hvørjum degi vit kunnu siga, at føroysk list hevur fingið ein munagóðan kontemporeran skulptør. Til lukku! Samstundis gevur ein tílík framsýning eisini varhuga av einum nýggjum seriøsum framsýningarstaði í Havn.

SLÁTTRIR

Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur tungvektari. Tað eitur Sláttrir - hetta einoghálvtrýssinstjúgunda yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen hvørs heiti mangan eru fleirtýdd og kanska eisini eitt sindur meira ørkymlandi enn vakra, tyngdarleysa permumyndin leggur upp til – kanska er talan um vatnlitamyndina, ið sipað verður til á síðu 51 – men tað kunnu vit koma aftur til. Inngangsorðini klinga vakurt og kent við sínum myrkri, ljósi og tokulúðri og eisini fyrsta staðfestingin, at allir vegir seta ferð á minnini “serliga teir/ eg ikki áður/ havi gingið á”. Vit kenna eisini aftur røddina á einum yrkjaraegi, sum heldur fast í orðunum og hevur stikni til konsensuss og at halda tað sama sum øll hini. Tað er áhugavert hvussu samanhangandi yrkingarnaheimurin hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjan og fram til hetta nýggjasta savnið. Tú fert inn í savnið sum í eini nýggj hús hjá fólkum, sum tú kennir og eru tær kær. Gleðist yvir, at tey hava tikið ta gomlu lampuna við í nýggja býlið, ið sum tað plagdi, angar av mjørka og támi. Yrkingarnar skapa hópin av myndum, meðan yrkjaraegið lovar stjørnunum inn til ein drekkamunn og letur seg í ta køldu náttina. Yrkingahátturin er sostatt framvegis merktur av modernismu við brádligum subjektskiftum, løgnum samansetingum av logiskt óforeiniligum heildum og samansetingum av ítøkiligum og óítøkiligum, sum í støðum hava surrealistiskt brá, tá jólini turka vegin við gávupappíri ella tá yrkjaraegið ikki meira tímir at liggja uppi í song, men heldur tekur dreymin við sær í býin. Fleiri yrkingar eru visuelt sterkar – tú sært tær fyri tær áðrenn tú hevur gjørt tær far um hvat orðini merkja. Hetta er eitt nú galdandi fyri eina yrking við tvinnum skorsteinum og roykinum frá teimum, sum flættast – hon myndast fyri lesaranum sum ein abstrakt tekning við beinum og bylgjandi strikum. Á síðu 49 skiftir stílurin yvir í ein meira veruleikakenda frásøgn, ið er borin fram sum ein langyrking ella kanska heldur ein yrkingasuita og í øllum førum yrkingar við einum samanhangandi evni undir heitinum SLÁTTRIR. Og her er tað, at áðurnevndi vatmálningur møguliga kemur fyri, tá yrkjaraegið brádliga svímar eftir at hava gjørt ein vatnmálning lidnan. Hetta er byrjanin uppá eina ræðunátt, sum endar, tá yrkjaraegið fær ein pacemakara ísettan; ein kvikil, sum hann sjálvur greiðir yvirlæknanum á Gentofte sjúkrahúsi frá, at tað eitur á føroyskum og jú, her tykist yrkjaraegið rættiliga líkt skaldinum og menniskjanum Tóroddi, sum small um í fjør – í yrkingasavninum stendur, at hendingin var dagin eftir persónssøkjaraálopini mótvegis Hizbollah í Libanon og Syria 17.september í 2024. Hinvegin, so er tað ikki vist, at alt tað skrivaða er rætt, satt og skjalfest. Tað er ikki terapi, skilst, tí tað er list, sum hinvegin kann vera sannari enn kaldgløggasta heimildarfrásøgn. Og her slær Sláttrir lesaran beint frammaná - í øllum førum lesaran um miðjan aldur, sum er forferdiliga glað fyri at vera til og at njóta alt tað góða á foldum og sum ikki ger tað stóra við at íðka hetta ymiska, men harafturímóti lesur allar greinar á netinum hvørt nikk og pikk um hendan unga, sporty DR-vertin, hvørs hjarta brádliga helt uppat við at sláa. Men aðrir sláttrir eru enn av hjartanum, bæði toru- og trummuláttur og eitt heilt annað slag av slátturi er tá slótturin kemur fyri, altso tá mann slær gras, og í tónleiki hava vit til dømis hørpuslátt og so eru vit aftur í listini og júst sum í Blóðroyndum (2000) verða hospitalsupplivingarnar til list og yrkingar, ið til tíðir tykjast ósentimentalt skrásetandi og næstan eitt sindur stuttligar í allari elendigheitini “havi ikki fingið tikið/ súgvirørið úr snillinum enn/ og pissiposin er fullur...”. Nei, eingin skrivar sum Tóroddur. Eg havi lisið síðu 61 fleiri ferðir og eri ikki liðug at lesa hesa rørandi lýsingina av eini av sonnum miserablari støðu. Yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis, hann liggur meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur á telefonini. Tað er ræðuligt, men so koma hugflogið og minnini (og seinni eisini grannin) honum til hjálpar, elendigheitin verður umskapað til list: “sigli á barndómsins havi/ gólvinum við mínum stóra/ flota av pappírsbátum/ sum mynstrini í linoliuminum/ stýra so teir bæði/ skáksigla og dugga og/ krússa og skifta kós og/ sigla aftur á beint..”.

Kinna Poulsen

Rannva Kunoy á flogvøllinum og í Steinprenti

Ein serstøk listaframsýning verður longsta dag í Atlantic Airways Aviation Academy á flogvøllinum Rannva Kunoy, ein føroysk listakvinna (f. 1975), búsitandi í London, hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Hennara málningar eru eitt dynamiskt samspæl millum sjón, ljós og varan.

Kunoy hevur sýnt fram í USA, Spania, Korea og London. Nú eru liðin 15 ár síðani hennara síðsta einkarframsýning í Føroyum. Til høvi hevur hon sett í verk eitt serstakt samstarv við Atlantic Airways Aviation Academy, við flogvøllin. Hennara verk verða sýnd fram í simulatorhøllini og umskapa rúmið til eina innlivandi uppliving, har list, tøkni og maskina møtast.

Hendan einastandandi framsýningin verður hildin leygardagin 21. juni frá kl. 15 til 18. Tað er dagurin, tá mest sólarljós kemur inn á okkara hálvkúlu av jørðini. Tað er eitt heilt konsept við longsta degi saman við verkunum, sum í sær sjálvum eru ljós.

Ókeypis atgongd – øll eru vælkomin!

Ein framsýning við málningum hjá Kunoy verða eisini at síggja í Steinprent í Havn fram til 23.juli. Hon letur upp mánadagin 23.juni klokkan 17-18.

Listaviðmæli

Mentanarnáttina læt Zacharias Heinesen upp málningaframsýning í Gallarí Havnará og hvítusunnudag eydnaðist mær at vitja hesa litríku framsýning hjá listamanninum, sum er ein livandi listalegenda. Um alt vil væl fyllir hann hálvfems næsta ár og framvegis málar hann sínar geometrisku koloristisku kompositiónir við støði í útsýninum úr stovuni í húsinum uppi á Varða í Havn ella av bygdum og umhvørvum ymsastaðni í Føroyum. Í Steinprenti er ein lítil framsýning at síggja uppiá, tó, ið at hon er sera øðrvísi enn málningaframsýningin hjá Zachariasi Heinesen, hevur onkur felags eyðkenni í tí organiska fjálga bránum. Hetta eru trærelieff hjá Hanna Bjartalíð og tekstilobjekt hjá Randi Samsonsen. Far og hygg!

Mentanarnátt við list

Mentanarnáttarfríggjadagin eru fleiri framsýningar á skránni t.d. eru fotomyndir hjá Bjarna Árting at síggja í Kringvarpinum. Zacharias Heinesen sýnir fram í Gallarí Havnará og í Steinprenti er framsýning við Peter Callesen og Anne Riis Bovbjerg niðriundir. Uppiá eru nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð og Randi Samsonsen í nýggja framsýningarhølinum í erva við køkin í Steinprenti - har hava tey opið frá klokkan 9-20. Klokkan 20.30 verða Orð og Tónar á Reinsarínum við framløgum av m.a. Í eygnahædd; nýggju bókini um samtíðarlist og harumframt verður annað mangt, sum sæst í skránni omanfyri.

Things Matter hjá Randi Samsonsen virðislønt

Listaummælaravirðislønirnar hjá AICA vóru í gjár handaðar á Charlottenborg. Aftur í ár eru fleiri móttakarar kendir í føroyska listaumhvørvinum:

Kunstnerne Randi Samsonsen, Claus Carstensen og Ursula Reuter Christiansen samt kritiker og tidligere redaktør ved kunsten.nu Ole Bak Jakobsen modtog årets priser.

Årets kunstudstilling 2024
Jeg er ild og vand – Ursula Reuter Christiansen på Arken – Museum for samtidskunst.

Årets kunstpublikation 2024
Res Publica af Claus Carstensen udgivet på Hatje Cantz

Årets kunstbegivenhed 2024
Things Matter af Randi Samsonsen på Trapholt

Årets Kritiker - 15. Junifondens særpris for et virke i dansk kunstkritik
Ole Bak Jakobsen

Kunstner Søren Martinsen havde skabt et tryk, som var prisen for Kunstkritikerprisen 2024. Med prisen følger et beløb til hver af de fire vindere.
Kunstkritikerprisen er generøst støttet af 15. Juni Fonden

Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen

Mentanarnáttina fríggjadagin 6.juni klokkan 20.30 verður nýggja bókin Í EYGNAHÆDD løgd fram á Reinsarínum. Kinna Poulsen fer at greiða frá bókini, Hansins Iversen fer at halda røðu, og alt verður ballað inn í góðan tónleik og harumframt verða aðrar bøkur lagdar fram.

Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlistahugtakið verður eisini til tíðir rakt aftur til aldarskiftið. Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur. Síðan hon skrivaði sítt fyrsta lønta listaummæli í 1996, hevur hon starvast sum fríyrkisummælari í ymsum miðlum, og síðan 2003 hevur hon ummælt og miðlað list aftrat sínum lærarastarvi á Glasi.

Heitið Í EYGNAHÆDD merkir ítøkiliga, at bókin er grundað á hennara egnu listaupplivingar, men bendir myndaliga eisini á, at hesar listaupplivingar verða lýstar í eygnahædd – ikki bara við listina, men vónandi eisini við lesaran og samtíðina. Tað er hennara vón, at øll listaáhugað kunnu fáa okkurt burtur úr bókini, sum er býtt upp í níggju kapitlar við ymiskum evnum.

Lesið meira her: https://sprotin.fo/news/1177/nyggj-bok-um-samtidarlist-i-foroyum-i-21-old-eftir-kinnu-poulsen

Í Kerinum 40 - revisited

Í dag var Listasavn Føroya karmur um eina bókaframløgu, tá bókin Í Kerinum 40 hjá fotografinum Inga Joensen varð endurútgivin í broyttum/víðkaðum líki við einum inngangi hjá stjóranum Solveig Hanusardóttir Olsen og fína tekstinum, sum Inger Smærup Sørensen skrivaði í sambandi við upprunaligu framsýningina fyri 10 árum síðani í Norðurlandahúsinum av eini framúrskarandi myndarøð, sum til alla eydnu er partur av savninum hjá Listasavni Føroya.

Myndarøðin “Í Kerinum 40” eftir Inga Joensen fevnir um eldri foto-myndir av einum heimi í Sumba í 1970-árunum og nýggjar myndir av sama húsi frá 2015. Samanburðurin av myndunum lýsir, hvussu eitt heim kann broytast og fær okkum at hugsa um, hvat ger eitt hús til eitt heim. Við hesum vísir Ingi Joensen ikki bert ta fysisku broytingina í húsinum, men eisini á tann kensluliga tómleikan, sum stendur eftir, tá eitt heim ikki longur er tað heimið, sum vit kendu.

Ummælið av framsýningini í 2015:

https://www.listaportal.com/tidindi/2015/5/17/livandi-tmleiki

AICA Listaummælaravirðislønir 2024

Tíðindaskriv er komið frá AICA Danmark um ársins listaummælaravirðislønir og aftur í ár eru kend nøvn á listanum yvir tey nomineraðu. Í 2023 var Karyatida hjá Guðrið Poulsen nominerað at vera ársins listahending, sum Simon Starling vann fyri sín Husbåd til Ho og í ár er verkætlanin hjá Randi Samsonsen, Things Matter á Trapholt shortlistað saman við Inuuteq Storch (Venesiabiennalan) og Kirsten Justesen (greivafrú Danner-monumentið). Harumframt er Claus Carstensen, sum júst í løtuni arbeiðir í Steinprenti, tilnevndur fyri ársins listaútgávu fyri tað stóra Res Publica katalogið. Aftrat hesari eru útgávur hjá Henrik Wivel og SMK í uppskoti - sí tíðindaskrivið. Hjartaliga til lukku til øll tilnevnd.

Tíðindaskriv: Igen i år kan AICA - Foreningen af Danske Kunstkritikere fejre kunstscenen og uddele årets Kunstkritikerpriser for aktiviteter i 2024. Tre priser uddeles af AICA selv og en særpris for kunstkritisk virke kåres af 15. Juni Fonden.

Kunstkritikerprisen er kritikernes egen pris og uddeles hvert år til initiativer på den dansk/grønlandske/færøske kunstscene med det formål at sætte kunsten og kunstkritikken på dagsordenen. Fejringen finder sted med en ceremoni og efterfølgende reception på Kunsthal Charlottenborg d. 4. juni 2025 kl. 17.00.

Vinderne annonceres i forbindelse med ceremonien og offentliggøres sammen med juryens motiveringer i en særskilt pressemeddelelse, som udsendes umiddelbart efter prisuddelingen.

Juryen har shortlistet følgende i kategorien Årets Kunstudstilling:

Julie Falk, Antiform, Overgaden

Ursula Reuter Christiansen, Jeg er ild og vand, Arken – Museum for samtidskunst

Tora Schultz, File, Palace Enterprise

Juryen har shortlistet følgende i kategorien Årets Kunstpublikation:

Henrik Wivel, Jeg er en anden. En biografi om J.F. Willumsen, Strandberg Publishing

Käthe Kollwitz, MENSCH, Statens Museum for Kunst

Claus Carstensen, Res Publica, Hatje Cantz

Juryen har shortlistet følgende i kategorien Årets Kunstbegivenhed:

Randi Samsonsen, Things Matter, Trapholt

Inuuteq Storch, Rise of the Sunken Sun, Venedigbiennalen

Kirsten Justesen, Monument for grevinde Danner

15. Junifondens særpris til Årets Kritiker annonceres af fonden i forbindelse med uddelingsceremonien på Kunsthal Charlottenborg.

Om juryen

Årets jury består af kunstner og kunstkritiker Augusta Atla, af kunst- og arkitekturanmelder Torben Weirup samt af kunstner og kurator Jóhan Martin Christiansen.

FAKTA:

Om Kunstkritikerprisen:

AICA Danmark har uddelt Kunstkritikerprisen siden 1994 af for at fejre kunsten og for at sætte kunsten og den fagligt funderede kunstkritik på dagsordenen. Foreningens medlemmer nominerer hvert år tiltag på den dansk/færøske/grønlandske kunstscene, og en jury udvalgt af bestyrelsen udpeger blandt de indsendte nomineringer vinderne i de tre kategorier. 15. Juni Fondens særpris uddeles på baggrund af en kandidat indstillet af bestyrelsen.

Om AICA Danmark:

AICA Danmark, Foreningen af Danske Kunstkritikere, er den danske sektion af AICA International, Association Internationale des Critiques d’art, som blev grundlagt i 1950 for at genstarte den kritiske diskussion, som var blevet kvalt under fascismen i Anden Verdenskrig. Organisationen har hovedkontor i Paris, er under UNESCO’s beskyttelse og har mere end 4.500 medlemmer globalt.

AICA International arbejder for at sikre forståelse for kunstkritik og skabe øget ytringsfrihed. Medlemmer af AICA Danmark deltager også i det internationale arbejde, blandt andet via den faglige årskongres og tværgående udvalgsarbejde. Formålet for den danske sektion af AICA International er:

At fremme kunstkritikken som disciplin og bidrage til udvikling af dens metoder

At fremme de etiske og professionelle interesser for foreningens medlemmer og at forsvare deres rettigheder

At opretholde et aktivt nationalt og internationalt netværk for foreningens medlemmer og at opmuntre til direkte møder

At bidrage til fælles forståelse af den visuelle kunst og æstetik i alle kulturer

At stimulere professionelle relationer på tværs af politiske, geografiske, etniske,økonomiske og religiøse grænser

Upartisk at forsvare retten til at tænke og ytre sig frit og modsætte sig vilkårlig censur

Med venlig hilsen,

Bestyrelsen i AICA Danmark

Christian Salling, Helle Fagralid, Stine Lundberg Hansen, Line Rosenvinge, Peter Michael Hornung og Kristian Handberg

Bemærk: Prismodtagerne annonceres i forbindelse med uddelingen og præsenteres umiddelbart efter i en særskilt pressemeddelelse sammen med juryens motiveringer samt fotomateriale.

Monumentalt sorgblídni

Eg hvakk við, tá eg mitt í listaframsýningini í Charlottenborg helt meg hóma mítt egna elskaða tungumál onkrastaðni í stóru donsku listahøllini. Eg snaraði tríggjar ferðir runt um meg sjálva at vita um okkurt kent andlit var at síggja, men nei, bara fremmandafólk; føroyska røddin vísti seg at stava frá einum listaverki.

Í okkara multimedialu og á ein hátt eisini antiautoriteru nútíð er tað kanska ikki lætt at ímynda sær tann týdning og resonans, sum Charlottenborg hevur í føroyskari listasøgu, men vit skulu ikki longur aftur enn til 1937, tá velduga føroyska høvuðsverkið Aftur av Jarðarferð hjá Mikines hekk har í øllum sínum sjógrøna veldi. Tað var á Várframsýningini á Charlottenborg í somu heilagu hølum sum nú verkini hjá 28 ungum listafólkum, ið við framsýningini Afgang 2025 taka endaligt prógv á Kongaliga Danska Kunstakademinum.

Nú eg var niðri í arbeiðsørindum, nýtti eg høvi at síggja eitt sindur av tí nógva, sum kann upplivast av list í og uttan fyri Keypmannahavn og av tí, at tíðin hesa ferð var avmarkað, loyvi eg mær í hesi umrøðu at leggja dent á trý innsløg, ið møguliga eru meira lík enn fyrst hildið; Hansina Iversen í Galleri Lars Borella, Jóhan Martin Christiansen í Alice Folker Gallery og Alda Mohr Eyðunardóttir í Kunsthal Charlottenborg.

The Transient

Hansina Iversen hevur inntil 7.juni eina framsýning í Galleri Lars Borella í Charlottenlund, sum við framsýningarheitinum The Transient leggur dent á tað stokkuta, óstøðuga – á tað, sum er, men longu er í umbroyting. Tó at nýggju málningarnir hjá Hansinu Iversen eru nonfigurativir, hava teir eitt at kalla impressionistiskt brá við skelvandi ljósbrigdum. Ljósið speglast í bjørtu litunum, men lýsir eisini í hvítu bakgrundini, sum glitrar út í rúmið eins og tað gløðir aftanfyri litirnar so intenst, at vit næstan snerkja upp móti ljóshavinum. At hesi verk hava eina ítøkiliga fysiska ávirkan á áskoðaran, kemst ikki bert av litunum, teirri hugtakandi kolorismuni, men er eisini tengt at mátanum málningarnir eru gjørdir. Tað, sum vit síggja á málningaflatanum, eru tekningar og spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan verkini verða skapt – verkini eru vøkur, men vit mugu ansa eftir ikki at minka um hesi verk við bert at síggja teirra vakurleika. Hetta eru nonfigurativ samtíðarlistaverk, ið eins og svampar hava sogið tíðina í seg. Sum ein franskur ummælari einaferð viðmerkti, so er ljósið í verkunum hjá Hansinu Iversen so øgiligt, at ein púrasta av sær sjálvum verður noyddur at hugsa um myrkrið.

 Ræðandi tryggleiki

– Tað døkka eigur nógva rúmd í okkara tíð. BEING SAFE IS SCARY stendur við stórum svørtum spjaldrastavum á einari plakat, sum eg gangi framvið á veg inn á Charlottenborg – ja, tað passar nokk so væl, hugsi eg eitt sindur speiskliga við tankan um alla stúranina av fólkum, sum hava tað gott og liva í einum góðum, friðsælum og demokratiskum samfelag. Tað er sum stúran í sjálvum sær er vorðið eitt lívsendamál. Fólk, sum arbeiða dag og dagliga fyri fasta løn ganga og stúra um sína útkomu, um pensiónina og komandi sjúkur, um Trump, inflatión og um stoffir, um tunlar, fátækradømi og kríggj og so eru tað tey, sum stúra um, at vit onnur ikki stúra nóg mikið. Tey vita kanska ikki av, at øll ikki tola at hugsa alt ov inniliga um alt tað ræðuliga, vit ikki fáa broytt. Inni á Kunsthal Charlottenborg vísir beinrakta orðingin um, at tað er ræðandi at vera tryggur, seg at vera heitið á eini framsýning hjá Banu Cennetoğlu, sum í list síni kannar hvussu miðlar ávirka okkum. Tað ljóðar sera áhugavert, men eg fari kortini inn til vinstru til hina framsýningina, Afgang 2025 og tað er tá eg hoyri og fari at leita eftir hvaðani føroyska røddin stavar.

Dráttir

Verkið hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir eitur Dráttir og er sett upp í einum myrkum horni har tað foldar seg út á báðum síðum av einari plexiglasplátu eins og eitt ljóð- og filmsverk við svarthvítum myndum av eini fullmánanátt í einum fjallalandslagi, sum eg orsakað av føroyska ljóðsporinum síggi sum eitt føroyskt landslag. Eg haldi, at tað er nokk so torført at lýsa hetta verk, ið er einfalt og komplekst í senn, men eg hevði hoyrt graml um, at hetta nýggja verkið hjá Aldu hevði við abort at gera og má viðganga, at tað fekk meg ikki upp at flákra. Tað er ikki tí eg ikki haldi abortspurningin hava sera stóran týdning, tí tað hevur hetta mál av sonnum, ið kortini hevur havt øvugta effekt, tá tað verður brúkt í útlendskum miðlum til tess at minka okkum við at leggja dent á hvussu primitivir og heimføðisligir føroyingar eru. Men Dráttir er eitt rættiliga sofistikerað og hartil poetiskt verk, sum við støði í abort sum fyribrigdi kannar hugsanir, valdsviðurskifti og siðvenjur, sum hava við fruktbari, gitnað og mánaðarsyklus at gera. Tað tekur eina løtu at skilja hvat gongur fyri seg, tú mást føla teg fram ella lurta og hyggja - verkið er soleiðis uppsett, at tann áskoðarin, ið ikki skilir føroyskt, má trína innum verkið fyri at síggja “baksíðuna” á plexiglasplátuni, har føroyska talan er týdd til enskt. Eg upplivdi, meðan eg stóð í verkinum og lurtaði og hugdi, hvussu vitjandi gingu framvið verkinum, tá tey uppdagaðu ta málsligu forðingina. Samstundis sum hetta verkið tykist tilfarsliga skroypiligt, merkt av trilvandi opinleika, empati og kanska rundum holum av sorg og tómleika, tykist tað samstundis sera monumentalt hugsað; um áskoðarin ikki vil lata seg upp og royna at skilja hvat gongur fyri seg, ja so má hon um tað! Eitt so monumentalt verk hevði uppiborið at verið sýnt einsamalt og ikki saman við einum øðrum verki í sama høli.

Grace

Fram til 12.juni hongur framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen, GRACE í tí fyrsta stóra hølinum í Alice Folker Gallery. Tað er áhugavert at uppliva hesi verk, sum eg í fleiri førum kenni frá øðrum verkætlanum, í einari nýggjari monumentalari heild. Framsýningin er sett saman av nýggjum og eldri ljósareyðum, ljósagrønum og hvítum gipsrelieffum. Uppheingingin gagnnýtir avlanga formatið á vakra, ljósa framsýningarrúminum og verður til eina sera vakra avkláraða heild, ið er klárt disponerað í eini langari horisontalari røð. Grace er eitt rættiliga stórt fyribrigdi, ið sambært orðabókini kann fevna um ymisk sløg av tign, bøn og hásinni. Í áhugaverda framsýningartekstinum staðfestir listamaðurin, at henda framsýningin snýr seg um takksemi fyri fyri lívsins náði og ein góðan pápa, sum tók listaáhugan hjá soninum í nóg stórum álvara til at finna honum eitt atelier longu tá hann var trettan og sum altíð hevur stuðlað hann treytaleyst: “Eg veit ikki hvussu eg kann geva honum nakað aftur av øllum hesum, men hetta er mítt portrett av honum. Mín máti at siga takk..”. Eisini her millum ljósu gipsavstoypingarnar hjá Jóhan Martini Christiansen hómast okkurt slag av sorgblídni um, at alt sum er fer.

Kinna Poulsen

 

Hansina Iversen The Transient - Galleri Lars Borella 10.05.25 Ferniseringstale

Transient betegner det flygtige, forbigående, det, som var, som er, men allerede er i færd med at transformere sig og antage nye former i en stadig, flimrende bevægelse. The Transient er titlen på denne udstilling med nye malerier og litografier af Hansina Iversen. At hendes arbejder har en udpræget fysisk påvirkning på beskueren, skyldes ikke blot farverne, billedernes glitrende kolorisme, deres betagende skønhed, men hænger også sammen med måden hvorpå de er komponeret og udført. Det, vi ser på billedfladen, er aftegninger og spor af kunstnerens bevægelser i løbet af værkets tilblivelse. Vi kan mærke disse malerstrøg i en grad, så vi næsten hører dem for os; den knitrende lyd af penslens hår mod lærredets ujævne struktur. Helt åbent og konkret lægger maleriet således frem sin egen skabelsesberetning – den indledes allerede ved formatets bestemmelse, da kunstneren spænder lærredet op og grunderer det.

Der er store skalaspring på udstillingen fra ganske små til de helt store formater, men det er som om, at farven udligner forskellen. På et lillebitte horisontalt lærred smyger farverne sig ned ad billedfladen i orangerøde, gule og violette formationer og strøg, der udvider og sprænger billedrummet og sin egen begrænsede størrelse og bliver en form for monumentalt miniaturemaleri.

Lige siden Hansina Iversen påbegyndte sin karriere som billedkunstner, har hun udforsket det abstrakte maleri, hvis virkemidler hun behersker suverænt, hvilket er blevet bemærket - også internationalt i anmeldelser af udstillinger i New York og Paris. - Selv om hendes monumentale malerier her på udstillingen forekommer kvadratiske, har de et aflangt opretstående format, der lægger sig omkring en grundstruktur. Det minder om et netmønster, et såkaldt “grid”, der dannes af bølgende lodrette og vandrette former og strøg.

Farverne er en historie for sig. Hvis vi tager det store røde maleri fra hjemmesiden som eksempel, er det sammensat af magenta, rustrøde, cadmiumrøde, gul okker, cadmiumgule og citrongule toner, der lyser og forundrer - for hvordan kan det lade sig gøre at anbringe så mange brændende farver i et og samme billedrum uden at der går ild i det? Det koger og sitrer, men køles ned af de titanhvide mere og mindre gennemsigtige former, der daler ned over fladen i en tilsyneladende tilfældig, men samtidig sindrig orden. Det er en komposition, der stadig synes at udfordre sig selv og som skifter karakter efter hvorhen på billedfladen beskueren retter sit blik – i ét nu er det som om de hvide former bestemmer for et øjeblik efter at blive overhalet af de rødlige aflange strøg eller den lille blå oval som en form for koloristisk undtagelse, der bekræfter reglen i en systematisk usystematisk billedverden.

Hansina Iversen maler altså nonfigurative malerier med afrundede former i flere lag. Lyset reflekteres i de skære farver, men skinner også i den hvide baggrund, der anes i mellemrum og gløder bagved farverne så intenst, at beskueren må knibe øjnene sammen Det er svært at komme udenom maleriernes og litografiernes håndværksmæssige kvaliteter, deres maleriske skønhed, hvilket kan opfattes noget nær mistænkeligt i dag, hvor scenen er sat med identitetpolitisk samtidskunst, hvis vældige holdningsmæssige armbevægelser ikke altid ses parret med helt den samme grad af formmæssig ekvilibrisme. Men vi skal også passe på med at reducere disse værker til kun at udøve skønhedens enstrengede virke. Det er abstrakte samtidsmalerier, der som svampe suger tiden i sig. Som en fransk anmelder bemærkede, er lyset i Hansina Iversens værker så overvældende, at man helt af sig selv kommer i tanker om mørket. Maleriets død er for så vidt proklameret så ofte, at der måske er nogen, der tror på det, men jeg finder det svært for ikke at sige umuligt her blandt Hansinas malerier.

Når vi nu har vovet os ind på det håndværksmæssige område, kan vi også komme ind på grafikken, for Hansina Iversen er en erfaren grafisk billedkunstner, hvis mangeårige samarbejde med Færøernes Grafiske Værksted i Tórshavn, Steinprent indtil videre har resulteret i mere end hundrede litografier, hvoraf en del af dem figurerer blandt hovedværkerne i Steinprents samlede produktion. De er meget varierede i deres udtryk, der veksler fra det forholdsvis enkle med en eller to farver til en mere maksimal tilgang med talrige farvelag, som er påført stenen med fedtholdig flydende tusch i laveringer, der både forekommer spontane og styrede. Den grafiske arbejdsmetode, hvor hvert lag farve påføres og trykkes for sig, afspejles i maleriernes stadig mere komplekse struktur.

Det kan være lidt at en udfordring at sætte ord på nonfigurativ kunst, hvis primære karaktertræk netop er at være uformuleret med et udtryk, der ligger langt fra vores almindelige talesprog. Og når man så står og skal holde en åbningstale for Hansina Iversen, er man ekstra påpasselig, for kunstneren er ikke meget for det til tider opskruede sprog, der anvendes om billedkunsten - ikke mindst den nonfigurative.  

Hansina har selv gentagne gange nævnt stilhed som en kvalitet, når hun er spurgt om hvordan hun selv ville ønske, at hendes værker blev modtaget. - Hvis bare beskueren kan stå stille lidt foran et billede og lade roen falde på, så er kunstneren tilfreds.

I kunsthistoriens kassestrukturer har impressionismen lidt uretfærdigt fået tildelt rollen som en form for sandhedens apostel, en lettere bleg og sjælløs nedfælder av øjets tilfældige registrering. Har man oplevet impressionisternes malerier på Musée d´Orsay, ved man hvor ufortjent den karakteristik er. At konkretisere lysets flygtighed kræver en radikal og i grunden ret så abstrakt tankegang og impressionisternes billeder er også meget mere maleri end de er kopi. Monets spejlinger er penselstrøg, der på mange måder ses befriet for deres motiviske funktion. – På trods af, at Hansina Iversen stilmæssigt placeres i slipstrømmen fra den amerikanske skole af efterkrigstidens colorfieldkunstnere og selv om vi befinder os langt fra en naturalistisk tankegang, er disse værker impressionistiske af natur. - De enkelte arbejder har ikke individuelle titler, hvilket understreger deres sammenhængende karakter; ikke som serie, men som dele af et livsværk. Flere steder er det som om billederne griber ind i hinanden med strøg og strukturer, der minder om, citerer og spejler hinanden, som var de dele af et og samme billedrum.

Som da Renoir placerer dele af sine motiver ude i billedets kant, hvormed malerierne fortsætter ud i usynligheden eller som da Ravel med sine kaskader af høje klavertoner maner frem vanddråbens lysprisme. Således er The Transient et univers af lysholdige strukturer med rum og mellemrum, der flimrer for øjnene som bladene på træerne, når vi ser dem i modlys.

Tak

Kinna Poulsen

Úrklipp - Peter Callesen og Anne Riis Bovbjerg í Steinprenti

Leygardagin 10. mai kl. 15:00 letur upp forkunnug framsýning við verkum hjá donsku listafólkunum Peter Callesen og Anne Riis Bovbjerg. 

Bæði eru tey úrmælingar innan teirra yrki, ið her fevnir um verk úr pappíri. Tey flyta mørkini fyri hvussu pappírtilfarið kann nýtast, og umskapast til, hóast hesin miðil eftirhondini hevur eini 5000 ár á baki.

Við at klippa í pappírið, skera tað, lyfta, stíla, lita, líma, boyggja tað aftur og fram og til høgru og vinstru, skapa tey relieffir, kollasjur og standmyndir, ið lyfta seg langt upp um tað gerandisliga pappírið vit proppa í prentaran, samstundis sum tey altíð hava atlit til einfaldsleikan.

Øll eru hjartaliga vælkomin

UDKLIP

På Steinprent i Torshavn i april og i maj, har billedkunstnerne Anne Riis Bovbjerg og Peter Callesen arbejdet med litografi. Nu på lørdag d. 10. maj kl 15.00 åbner vi udstilling med disse nye værker, samt originale papirklip af begge kunstnere.

Ud af papiret skærer Peter Callesen silhuetter, som transformeres til fantastiske 3-dimensionelle figurer. Callesen arbejder hovedsageligt med det hvide papir, ofte blot et A4-ark, som udgangspunkt for eksistentielle emner som livet, døden, troen, tvivlen og opstandelsen - men også dramatiske og eventyrlige fortællinger.

Anne Riis Bovbjerg arbejder med farvet papir i sine maleriske collager. Motiverne er ofte rum og spejlinger, men det er rum, der er renset for tydelige statussymboler og konventionel orden. Komposition og farve kommer først, dernæst et motiv med plads til et mentalt rum for beskueren.

Alle er hjertelig velkomne