Stutta, ómerkiliga og merkiliga óbundna navnorðið “BÓK” er heitið á nýggju útgávuni hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, ið tó, at hon ikki er nógv størri enn ein pamflett og lættari enn ein sálmabók, inniheldur orð og reglur, sum ekspandera og mynda ein heilan heim av týdningi.
Í fyrstu yrkingini TILVIT snýr tað seg um tey, sum einaferð fóru at verða fødd inn í okkurt tilvitan. Grundparametrini tykjast øvug – frásagnarrøddin er frammanfyri og vit ivast í hvør subjektivi miðdepilin man vera. Tátíð og framtíð verða knýtt saman sum tá børn spæla, meðan tann vitskan, ið upplivar tingini er blivin til fleirtal; eitt kollektivt “tey” í staðin fyri tað vanliga centrallyriska yrkjaraegið. Byrjanarreglan er ævintýrkend eins og einføldu endurtøkurnar um, alt tað, tey fóru at gera, ber brá av onkrum mytiskum, sum samstundis verður barnsligt og samtíðarligt, tá tey aftrat breyðnum eisini tyggja stimorol. Bók er sum ein øvug skapanarsøga, ið byrjar við totalum opinleika – áðrenn ella aftaná, at ein civilisatión er antin skapt ella løgd í oyði – og endar við eini barnahond, sum er í ferð við at loysa ta ómøguligu og stuttligu avbjóðingina, at tekna ein elefant.
Hetta eru góðir dagar hjá listaáhugaðum føroyingum. Vit hava júst vunnið norðurlandavirðislønir fyri bæði film og bókmentir og nú tykist ferð koma á útgávustreymin fram til jóla og til bókadagar. Tá eg hósdagin tók saman um og rósti nýggja bókabragdinum hjá Trygva Danielsen, ynskti eg í allari friðaligheit, at hansara hey:) var eitt yrkingasavn og ikki ein balstýrin skaldsøga uttan síðutøl. Mann skal sum kunnugt ansa eftir hvat mann ynskir sær og longu dagin eftir lá eitt nýtt yrkingasavn í postboksini, tað nýggjasta hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger við 54 yrkingum, ið eru stuttar, tættar, týdningarmiklar, fleirræddaðar og ymiskar. Tær, sum eru lættast hjá mær at skilja, eru lýsingar av myndlistaverkum, meðan tær mest ítøkiligu og at síggja til einføldu yrkingarnar tykjast enigmatiskar, t.d. fantastiska yrkingin um nalvan “...foldaði vevnað um eina hending/ sum ikki kundi gerast um”.
Summar yrkingar verða sagdar innanfrá og uttanífrá í senn við einum dupultum eygnabrá, sum er markleyst opið og barnsligt samstundis sum tað tykist meinkunnugt um tilverunnar ymsu skipanir. Skrivihátturin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er ómetaliga neyvur. Tað er næstan sum verða øll orð vigað á eini gullvekt eisini tær eftirhondini minkandi danismurnar sum til dømis “for stórt”. Eg havi sjálv í nógv ár skrivað “for”, tí “ov” kendist uppgjørt, men fyri meg gjørdist vendingin brádliga skeiv. Kanska var tað tá eg hevði búð heima aftur í Havn í eini tíggju ella fimtan ár. Og møguliga fer hetta eisini at henda hjá Lív, men tað er ikki vist, hennara orð tykjast ikki á nakran hátt tilvildarlig; hon er eyðvitað greið yvir, at orð sum “elefantur” og “plussliga” kunnu Sprotast, men tað vil hon ikki, kanska tí, at tað kann elva til eina ávísa frástøðu millum fyribrigdini og orðini og tað, hon meinar við og her verður tættleikin, autentisiteturin og intensiteturin raðfestur. Í yrkingini HVAL verður undurvakra sjónin av hvalum lýst: “tey sóu djórini kava/ og koma undan aldunum” meðan orðið vatnbumbur stendur kursiverað við síðuna av eins og ein barnslig, ekspressiv viðmerking til tað, sum gongur fyri seg. Longur niðri í yrkingini stendur “hasir hvalir eru fanime ikki í ordan”, ið tykist vera ein tosað viðmerking, sum heldur fram við endurtøkum har lýsingarorðini verða til navnorð “so elegant/ so groteskt/ so blástur so spræn..”. Málið í yrkingunum er sostatt ikki bara frágreiðandi og endurgevandi eins og setningarnir ikki eru vanliga samansettir. Eins og í yrkingum hjá t.d. Tóroddi Poulsen og Ann Jäderlund er teksturin konsentreraður og letur seg skilja spakuliga og í fleiri umførum. Tað loysir seg ikki at búgva seg út til symbolveiðu sum so, har tú finnur og týðir myndamál. Mann kann kanska heldur lesa yrkingarnar spakuliga á sama hátt sum mann sær ein prís (um mann hevur ráð!) fyri síðani at njóta orðini og teir týdningar, sum koma burturúr.
Tað byrjar við tilvitinum og eini hóming av samanhangi millum slektina og okkum. Meðan tað ikki er lætt at finna út av hvør “eg” er, kann kroppurin granskast og hann fyllir nógv í savninum og verður viðgjørdur bæði skrásetandi og njótandi. Tann lítla SEX- suitan í savninum við átta yrkingum um kyn og kropp er nakað av tí vakrasta, eg havi lisið á føroyskum um evnið: “ein hondheit høvd/ ein núgva av feitti/ sum gav seg undan/ tá onkur trýsti varliga har...” (s.46 BÓK)
Tað er áhugavert hvussu sterkar yrkingarnar sýnast visuelt t.d. yrkingin LÆR/ VØRR, har teir ymisku likamlslutirnir nærkast hvørjum øðrum visuelt sum antin liggjandi ella standandi súlur. Upplivandi vitskan er sansandi og vitborin – við støði í likamligum upplivingum verða ymsar uppdagingar gjørdar. Millum reglurnar hómast eitt menniskjaligt víðopið eygnabrá, sum staðfestir og undrast um alt frá likamslutum til nátturu, mentanarlig og listalig fyribrigdi. Tó at vit fáa eina sterka kenslu av eini persónsmensku, sum greiðir frá upplivingum, verður frásøgnin ikki privat men universal. Tað er m.a. orsakað av suverena kondenseraða skriviháttinum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger. Vit eiga nógvar yrkingar um regn á føroyskum um hvussu troyttandi tað er og at tað kann leka á bókasavninum, men vit hava onga heilt sum hesa, sum stendur á síðu 33 í BÓK:
REGN
tilveran hevði jú
eitt absolutt tal av døgum
men tá tey royndu at telja
var tað sum at
fiska falnar regndropar
uppaftur av váta asfaltinum
Bók er ein ómetaliga góð og vøkur bók. Forlagið Eksil eigur rós fyri at ganga uppí at geva út vakrar bøkur, ið eru tilvitaðar um sína egnu estetikk, at fagurfrøði og innihald hanga saman. Sum skilst hevur Lasse Thorning Jæger staðið fyri umbróting og permu og tað hevur hann gjørt væl. Tá tú fært BÓK upp í hendurnar, følir tú alt fyri eitt, at her er listalig kós og samanhangur við tilviti um pappír, lit, format, permugrafikk, skrifttypur og margur. Einki er líkamikið. Tað merkir lesarin, sum av tí sama má gera sær eyka ómak at lesa tað lítla meistaraverkið, ið hartil er stuttflutt og Føroyaprentað.
Útgávutiltak verður fríggjakvøldið 14. november kl. 19 á gamla Kondittarínum, sum liggur á horninum millum Niels Finsens gøtu og Sverrisgøtu í Havn. Til tiltakið framføra hesi saman ein felagsupplestur úr BÓK: Rannvá H. Glerfoss, Lasse T. Jæger, Beinir Bergsson, Lív Maria Róadóttir Jæger. Til útgávutiltakið bjóðar Kim Simonsen vælkomin vegna Forlagið Eksil, og møguleiki verður at keypa yrkingasavnið. Forlagið bjóðar eisini okkurt at drekka.
Kinna Poulsen