Nevndin fyri Mentanargrunnin vald av nýggjum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini.

Almanna- og Mentamálaráðið: Sambært kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verður grunnurin stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir.

Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Sambært § 3 í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins tilnevnir landsstýrismaðurin forfólk og næstforfólk. Sambært somu lógargrein skal nevndin hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Nevndin er mannað soleiðis

Limir:

  • Hedvig Westerlund-Kapnas

  • Ivan Hentze Niclasen

  • Brynhild Næs Petersen

  • Kinna Poulsen

  • Hans Torgarð

Varalimir:

  • Paula Gaard

  • Dánial Hoydal

  • Birgir Kruse

  • Sólvá Svartafoss

  • Nicolaj Falck

Hedvig Westerlund-Kapnas verður forfólk og Ivan Hentze Niclasen verður næstforfólk. 

Á fundi 20. januar 2025 hitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nývaldu nevndina. Landsstýriskvinnan staðfesti, at munandi størri umsiting er flutt til Mentanargrunnin, t.e. at filmsstuðulin er lagdur til grunnin at umsita, umframt nýggju játtanina til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung.

Landsstýriskvinnan ynskti nýggju nevndini blíðan byr. 

Ein góð byrjan

Samstarvsavtalan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan varð løgd fram í dag. Tað, sum verður sagt í hesum skjali um mentan og list avdúkar, at meirilutin í Tórshavnar Býráði er greiður yvir týdningin, sum hetta økið hevur fyri ein høvuðstað og tað er gott – ikki minst tann síðsta staðfestingin. Vónin er framhaldandi ljósagrøn og á tremur av stórfingnum leiklistadreymum.

Í avtaluni stendur um mentan og list:

Ein livandi høvuðsstaður hevur eitt ríkt mentanarlív

Í høvuðsstaðnum er altíð okkurt mentanartiltak at fara til – konsertir, listaframsýningar, sjónleikur, festivalar, fyrilestrar. Allar hesar upplivingarnar eru við til at gera høvuðsstaðin livandi og spennandi. Sum høvuðsstaður vilja vit framhaldandi ganga fremst á mentanarøkinum og styrkja um føroyska mentan, list og um føroyska málið.

Samgongan vil virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá okkara skapandi listafólki, tá ið talan er um arbeiðshøli, høli til venjingar, framførslur og framsýningar.

Ferð verður nú sett á Býarsavnið í Gamla hospitali. Tað skal framtíðartryggjast og verða ein mentanarperla í fremstu røð.

Kommunan skal fara í virkið samstarv um at fáa barndómsheimið hjá Williami Heinesen, heiðursborgara í býnum, til eitt savn, so fólk kunnu síggja, hvar víðagitni listamaðurin skapti síni stóru listaverk.

Mentanarpolitikkurin skal orðast, sum leggur greiðar ætlanir og mál fyri mentan og list í kommununi, herundir stuðul.

Musikkskúlin verður umvældur og ein langtíðarætlan verður gjørd fyri Hátún. Tilboðini hjá Musikkskúlanunum skulu víðkast í bygdunum.

Vit vilja arbeiða fyri at betra atgongdina til mentan og list. Tað veri seg við tilboðum í dagstovnum, skúlum og atkomu til ljóðføri og onnur mentanartilboð, eitt nú undirvísing í myndlist og leiklist.

Tórshavnar kvøldskúli, sum bjóðar alskyns spennandi og mennandi tilboð, skal hava betri karmar.

Høvuðsstaðarkommunan skal framhaldandi stuðla øllum søvnunum í kommununi. Tjóðleikhúsið verður viðgjørt, og ein staðseting í høvuðsstaðnum verður vald.

Kinna Poulsen

Vælumtókt opera

Tað er ikki gerandiskostur, at ein nýggj føroysk opera verður framførd – ei heldur er tað á hvørjum degi, at føroyski operasangarin, Rúni Brattaberg framførir í Føroyum. Men júst hetta hendir í hesum døgum í Varpinum í Klaksvík, har Rúni Brattaberg stendur á palli saman við dansarunum Rannvá Guðrunardóttir Niclassen og Sigurði Edgar Andersen í operu eftir Sunleif Rasmussen um Regin Smið. Móttøkan av verkinum higartil hevur verið serstakliga positiv. Rachel Einarsson skrivar á klassiskbureau.com um byrjanina, at hon er framúr “Vit fáa eina fantastiska byrjan við Rúna Brattaberg. Stillisliga fer hann inn á tann svarta pallin. Hann tekur tað stóra svørðið úr amboltinum, lyftir tað upp. Heldur tí í útstrektum ørmum oman fyri høvdið. Alt er stilli. Og myrkt. Øll í salinum bíða. Og so sveiggjar hann svørðið tungt og næstan róliga niður á ambolið framman fyri sær. Og slagið móti amboðinum ger eitt risa afturljóðandi ekkó í høllini. Eitt ekkó, sum við eyka ljóðforsterking og effektum boðar frá álvarsliga huglagnum á gandakendan hátt..” – Rúni Brattaberg verður nógv róstur sum tann, ið ber krevjandi leiklutin sum frásøgumaður, sum er á alla tíðina og sum passar perfekt til leiklutin. Kendi danski tónleikarin Sigurd Barret hevur eisini viðmælt operuna hjá Sunleif Rasmussen, sum hann skýrir “heilt fantastiska” – Barret skrivar: “Rúni Brattaberg syngur gigantiska partin sera sannførandi, og kompositiónin er frá fyrsta til seinasta tóna spennandi, rørandi, skelkandi og lokkandi. Ensemble Aldubáran spælir sannførandi krevjandi partiturin, og visuelt bera dansararnir Rannvá Niclassen og Sigurð Andersen okkum inn í harðligu norðurlendsku forsøguna. Operan er eitt magiskt ljós í myrkari tíð, sum dregur træðrir frá eini myrkari og brutalari fortíð til eina skaldsliga og vónríka framtíð. Tónleikurin og ikki minst mongu spennandi løgini eru so lokkandi, at tey fara at halda seg leingi í hjartanum. Eg viðmæli øllum at fara til operuna, sum vónandi eisini finnur veg á altjóða pallin, ikki minst Danmark, tí hetta meistaraverkið hevur tað uppiborið.”

Regin smiður er onnur operan, ið Tjóðpallur Føroya setur á pall. Sunleif Rasmussen skrivaði eisini ta fyrru, Í Óðamansgarði, ið var pallsett í Føroyum í 2006 og í Íslandi í 2009. Regin smiður, varir umleið 1 tíma og 15 minuttir. Ein eykasýning er eftir leygarkvøldið 4.januar.

https://www.atgongumerki.fo/2820451/regin-smidur

ORKESTURLEIÐARI
Norbert Baxa

ENSEMBLE ALDUBÁRAN
Ernst Remmel, trompet
Maria Wang Reinert, trombon
Jóhannes Andreasen, klaver
James Goodwin, slagverk
Liz Gilliver, slagverk

 

Listaárið 2024

Ársins síðsta dag nýta vit høvið at líta aftur á eitt hendingaríkt listár. - Tá mann sum undirritaða hevur livað sín fyrsta part av tilveruni í 20. øld, fáa mest sum øll árstøl í 21.øld ein ikki sørt futuristiskan klang og tað hóast vit nú eru komin ein heilan fjórðing inn í hesa øldina, sum tessvegna ikki longur er “nýggja øldin”.

Hetta komandi árið, 2025 sær fyribils eitt sindur myrkt út í sjónarringinum við áhaldandi kríggi í Ukraina og Gaza og Donald Trump í hvítu húsunum í Washington, sum aftur er farin at møsna um at fáa Grønland inn undir USA. Yvirhøvur krevjast serstakliga sterkir nervar til tess at fylgja við í tíðindastreyminum, sum stendur í skerandi andsøgn við tað, sum um jólini hevur verið staðfest og endurtikið upp í saman, at tað er friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Fyrr í vikuni boðaðu miðlarnir frá, at ísraelar hava bumbað síðsta sjúkrahúsið í Gaza – álvaratos, hvat hugsar mann fyri sær? Í Ukraina siga tey, at har um leiðir verða norðurkoreanskir hermenn tiknir av døgum av sínum egnu russisku arbeiðsgevarum. Mann veit ikki hvørjum mann skal trúgva, men har var ein mynd av einum norðurkoreanskum hermanni - einum blaðungum drongi í einum helviti av einum kríggi, sum einki hevur við Norðurkorea at gera – tað tykist so ófatiliga ræðuligt alt, at tað mest minnir um krígsmyndirnar, sum ekspressionistisk listafólk manaðu fram fyri hundrað árum síðani t.d. Náttin hjá Max Beckmann, ið tekur saman um krígsræðuleikan, sum altíð rakar tey óseku meinast. Í Gaza eru nú meira enn 44.000 menniskju dripin harav 70% eru kvinnur og børn. Útvarpið nevndi, at Ukraina og Russland hava býtt um krígsfangar. Ein siviliserað gestus, sum næstan tykist margháttlig í eini krígsstøðu – tí kunnu tey býta um so og so nógvar krígsfangar, máttu tey eisini kunna býtt um so og so nógv deyð og í sama viðfangi gjørt eina æviga friðaravtalu.

Tað er mítt nýggjársynski.

Framsýningar

Nei, tað er ikki so merkiligt, at stríð og órættvísi hevur verið í miðdeplinum innan listina í ár og at politiskt og yvirhøvur samfelagsligt tilvit hómast í nógvum listaverkætlanum. Hetta hevur verið galdandi eitt nú á ársins Whitney- og Venesiabiennalu í New York og Venesia, men eisini á framsýningum í Listasavninum her í Havn t.d. Træðrir, har Alda Mohr Eyðunardóttir brúkar sín part av framsýningini til tess at varpa ljós á føroyska abortmálið. Eitt mál, sum eftir øllum at døma krevur, at mann rópar nokk so hart um nakað skal henda. Listaverkið, “Ein roynd ikki at skriva í klombrum” er í skapi sum ein stórur lágur rektangulerur pallur við einum teksti, ið er prentaður á eitt gjøgnumskygt pergament, sum liggur eins og ein dúkur omaná pallinum. Uppsetingin (men ikki innihaldið) minnir eitt sindur um verkið Kith and Kin hjá Archie Moore í australsku paviliongini í Venesiabiennaluni. Træðrir við Maibritt Marjunardóttir, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Jóhan Martini Christiansen og Randi Samsonsen er enn at síggja á Listasavninum og verður hervið viðmælt. Á Listasavninum hevur virksemið í ein ávísan mun verið ávirkað av, at gamli Listaskálin er undir umbygging, men áðrenn farið var í gongd við hetta arbeiðið, var framsýningin Likam at síggja – tann síðsta av temaframsýningunum, ið eru skipaðar eftir ætlan frá fyrrverandi leiðaranum. Eisini var framsýning við verkum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Tað, sum eg bleiv mest spent av á framsýningini var vakra røðin við gyltum glasverkum hjá Brandi Patursson við heitinum, Speglingar. Røðin er eitt framhald av eini slóð, sum vit hava upplivað á framsýningum í Víngarðinum og Listaskálanum, men hesar glasmyndirnar sýnast meira subtilar, djúptøkar og sannførandi. Tær sláa ein nýggjan tóna í einum verki, sum vit veruliga vóna at uppliva meira av.

Í ummæli av framsýningini, sum Bárður Jákupsson læt upp 17.februar í Müllers Pakkhúsi segði eg m.a: “Tað er hvørki hóvsemi ella afturhald, ið kemur einum til hugs, tá mann skal lýsa Bárð Jákupsson. Hann er stórtøkin við stórum armrørslum. Á framsýningini vóru meira enn hundrað myndir og tað er á ein hátt ov nógv. Tað er ikki fyrstu ferð eg á eini framsýning hjá Bárði Jákupsson havi hugsað, at listamaðurin yvirtrumfar seg sjálvan og at framsýningin hevði verið betri um mann valdi nøkur verk burturúr mongdini og framsýndi tey. Hinvegin er spurningurin um ikki júst tað rúgvusmikla er eitt lyndiseyðkenni hjá Bárði Jákupsson? Hansara framsýning er ein sonn listalig tour de force, ið bæði fevnir tað ógvusliga og tað ekspressiva í koloristiskum oljumálningum og tað inniliga og vakra í ljósfylltum vatnlitsmyndum”.

Í Norðurlandahúsinum var í februar framsýning við móður og soni, tá tey bæði Barbara í Gongini og Hauge í Gongini Djernis lótu upp framsýning saman, ið flættaði saman list og design. Av framsýningum, sum skara framúr í huganum er ein hjá Christopher Wool í New York eins og tann hjá Käthe Kollwitz á MoMA var einastandandi. Pierre Huyghe í Venesia og so SÚGA hjá Hansinu Iversen, sum eg upplivdi í Bonne Espérance, gallarínum í Keypmannahavn hjá listamanninum Jóhan Martini Christiansen. Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, TIME OUT OF TIME – A Silent Drama í Listasavninum var ikki stór, men eitt listaligt hæddarpunkt kortini - ein hárhvøss og konsekvent installatión við surrealistiskum flogi - at síggja til minimal, men við somu dýpd og effekt sum ísfjallið, ið á sinni lá og bíðaði eftir Titanic í kúrrum nærri-mín-Guð-til tín-bláum myrkri. Í einum kliva var ein veggur settur upp við tveimum lyklarholum. Kagaði tú gjøgnum tey, sást tú filmar av lutum og innbúgvi í rúmum í dukkuhúsum. Á eystara vegginum hingu síðar, hvítar gardinur allan vegin frá loft til gólv inn í tað næsta rúmið, har ein veggur eisini var settur upp við tveimum veggjalampum. Tað var ikki stórt meira enn hetta og kortini sera relevant og gjøgnumhugsað framsýning - eisini tilfarsliga.

Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hava framsýningar verið hjá m.a. Heiðriki á Heygum, Heðini Kambsdal, Silju Strøm og Tróndi Patursson og í Gallarí Havnará var í juni ein einastandandi vøkur framsýning hjá Zachariasi Heinesen, har eg hitti listamannin. Framman fyri einari klassiskari ZH-mynd av Mykinesbygd nevni eg gylta ljósið í myndunum seinnu árini, har listamaðurin í stóran mun er farin at dyrka mótsetningslitparið gult og violett. Myndin av bygdini fær eina gyllta glæmu, sum uppá meg virkar bæði sorgblíð og lívsfegin við varhuga um myrkrið men sterkum vilja til ljós - myndin er dynamisk, men javnvigar. Tað er sum í onkrum sálmi hjá Kingo, ið aftaná at mála fram alt møguligt myrkur og fortapilsi leiðir okkum fram til tað góða og gevur mær enn eitt høvi at brúka eitt yndissitat hjá Williami Heinesen um hvussu ljósið vinnur á myrkrinum. “Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

Steinprent

Eisini í Steinprenti var nógv virksemi og fleiri góðar framsýningar við Hanna Bjartalíð, Torbirni Olsen, Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Mariusi Olsen. Liðin eru 30 ár síðan Marius Olsen og Jan Andersson samstarvaðu á fyrsta sinni. Um mann er so heppin, at hava verið til staðar meðan Marius hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað tað serliga spenta huglagið, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti liturin fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta og roynda listamanninum. Í eini grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list. Hann er antin elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hvussu er og ikki er hann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og náttúruumhvørvið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn speglingar og myndir av menniskjaframleiddum lutum, lampum, grindlum og klokkum í landslagið. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.

Hansina Iversen

Onkrar framsýningar eru planlagdar fleiri ár áðrenn tær lata upp, meðan aðrar eru meira spontanar. Framsýningin hjá Hansinu Iversen, sum læt upp í Steinprenti í september var av tí seinna slagnum og ein framsýning, sum tók áskoðaran á bóli av tí, at mann ikki hevði væntað so nógv. Tað vóru ikki minst teir báðir stóru málningarnir á framsýningini, sum komu óvart á. Koloristiskt og formliga eru teir garvillir við avgjørdari og sera væl eydnaðari nýtslu av spraymáling, sum sparkar nýggjan dynamikk í málaðu strokini og formarnar við assosiatiónum til okkurt vilt og stórbýarkent. Samstundis eru myndirnar framúr væl komponeraðar við ansi fyri litum og fyri figur/grund lutfallinum millum litløgini. Her henda nógvir mótsetningar, tá tveir ymiskir litheimir hittast; ein hóligur jarðlittur  og ein villari spektrallittur litheimur. Men sjálvt um stórur munur somuleiðis er millum kompaktu skapini í undirlagnum og tey dansandi luftigu, frítt fabulerandi sporini av málningapenslinum ella frá spraydósini, tykjast myndirnar visuelt samanhangandi. Eingin ivi er um, at royndirnar innan steinprentstøknið, har arbeitt verður við fleiri løgum, hevur ávirkað og sett sítt fótafar í málningarnar hjá Hansinu Iversen.

Á ólavsøku vóru tvær sera væl vitjaðar framsýningar í Steinprenti á Skálatrøð. Í gallarínum niðriundir var framsýningin Omanfyri Eikilund við verkum hjá Anker Mortensen og uppiá var framsýningin Fog Swept Cargo – Føroysk list í New York t/r við verkum eftir Rannva Kunoy, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Tórodd Poulsen, Aldu Mohr Eyðunardóttir, Hanna Bjartalíð og Randi Samsonsen. Tað var ein tillagað framsýning við teimum flestu av listaverkunum, sum vóru við á listaframsýningini Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands, sum var í Scandinavia House í New York frá apríl til juli í ár. Undirritaða kurateraði framsýningina, ið var partur av føroyskum mentanarátaki, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið fyriskipaðu saman við Visit Faroe Islands. Føroyska listin varð væl móttikin í New York millum teir mongu áskoðararnar, ið komu til upplatingina. “Shifting light & Color” var yvirskriftin á eldhugaða ummælinum hjá Kathleen Cullen, sum m.a. skrivaði: “It is the curators hope that the viewer notices a great joyful light, especially light in the dark, but also a melancholic feeling of volatility and exposure and a sense of being alert to what is approaching on the horizon. Fog Swept Cargo exhibition begins with a wall poem by Tóroddur Poulsen along with one of his works from the STEINPRENT (the Faroese word for stone lithography) the workshop where international artists congregate to produce printed works...”.

 

Omanfyri Eikilund

Framsýningin hjá Anker Mortensen í Steinprenti var blá og vøkur. Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd. Okkurt er gjøgnumskygt meðan onnur strok eru sett á løriftið við tjúkkari máling onkrastaðni lag á lag. Blátt er vorðin ein høvuðslitur hjá Anker og sjálvt um, at hansara myndir tykjast lívrunnar og bera brá av náttúru, er tað ikki so nógv sjógvurin í sjálvum sær ella havsins lív, tú kemur í tankar um. Hetta, sum verður lagt fram fyri okkum er ein duldur metafysiskum heimur, ið er smíðaður úr sama tilfari sum yrkingar, sálmar, søgur og gandaðar upplivingar. Og samstundis sum myndirnar hjá Anker sveima, eru tær sera fysiskar og av hesi verð sum tá tú spældi í túninum ella í fjøruni og í sandbunkum, smásteinum, hyljum og kombikkum sansaði allan tann stóra alheiminum.

Í Víngarðinum høvdu vit eisini fleiri framsýningar við m.a. Randi Samsonsen, Fríðu Matras Brekku og Bjarna Árting Rubeksen. Tað vóru í stóran mun reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vístar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Summar eru merktar av einum serligum løddum tómleika, meðan myndarúmið aðrastaðni er á tremur av fólkum, hetta seinasta er galdandi fyri eina mynd av eini mótmælisgonga í Tinganesi. Har kemur ein hópur av álvarsligum kvinnum og monnum í frakkum, húgvum og turriklæðum gangandi móti áskoðaranum – Hetta er fólkið í Føroyum, lýst bæði sum einstaklingar við denti á hvørt tað einasta andlit, sum sæst púra klárt - og sum heild við samanhangsmegi, ið verður lýst visuelt. Í eini aðrari mynd er myndarúmið púra tómt og myrkt - miðskeiðis hómast ein persónur, sum tykist at vera einsamallur í verðini. Í hesari myndini og í hinum er ein greiður samanhangur millum huglag, kompositión og myndamál. Tað sæst somuleiðis í portrettmyndini av einum Miðflokkamanni, sum stendur inni í myrka tingsalinum við vindeyga, har ljósið streymar inn og fær ein næstan guddómligan dám við vindeygalistanum, ið umskapast til kross.

Fríða Matras Brekku

Tað eru ikki tær stóru handarørslurnar, sum merkja arbeiðið hjá Fríðu. Hennara myndir eru smáar í vavi við neyvum skrásetingum og intensum litum. Umframt blómur og landslagsmyndir eru djór ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum og hetta hevur serliga fevnt um seyðir, sum Fríða hevur lýst við nærlagni, humor og eymleika. Hesin sami áhugin og virðingin sæst eisini í myndunum av kelidjórum, ið eru so neyvt teknað, at tú sum áskoðari følir pelsin millum fingrarnar bara av at hyggja at eini tekning av eini kettu, sum rullar seg saman. Fríða dugir eisini sjáldsama væl at fáa sermerkta lyndið fram hjá teimum djórum, sum hon avmyndar. Allar blómumyndirnar á framsýningini vóru av irisblómum. Í grikskari gudalæru var Iris gudinna og boðberi millum gudarnar og menniskjuni - hon ferðaðist ímillum heimarnar báðar á einum ælaboga. Irisblóman er serlig, hon er vøkur og sýnist eitt sindur afturlatin við trimum krúnubløðum, sum tá tey lata seg upp við bláum, violettum, gulum og brúnum litbrigdum verður meira ótálmað og vill. Í tulkingunum hjá Fríðu verður blóman í støðum skulpturel sum ein organisk abstrakt standmynd, ið breiðir seg út á myndaflatuni í smáum innrammaðum myndum, har hvør blóma er sín egni fagri alheimur av litum og skapum.

Randi Samsonsen

Tað er líka mikið um vit eru í New York ella í Havn. Listin hjá Randi Samsonsen ger okkurt serligt við fólk. Tey fáa hug at nærkast henni, nerta við hana, nálgast, fnisa og roksa og bera seg at á ein hátt, sum ikki hevur verið vanligur, tá talan er um list. List er álvarsligt mál, her skal ikki flennast – soleiðis hava vit hugsað, men okkurt er broytt. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen er øðrvísi og tekur formlig atlit til menniskjalikamið. Antropomorfu skapini minna um likamslutir ella innvølir, men hetta er eisini list, sum kann fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tøkniliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi hátt, framvegis knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Seinastu árini er Randi farin upp í stødd í síni list – tað sæst t.d. á framsýningini í Listasavninum, Træðrir. Á framsýningini, sum framvegis er at síggja í Víngarðinum hanga verkini á vegginum við størri og minni rúmligheit sum okkurt slag av bleytum relieffum; summi eru seymað, sett saman í geometriserað abstrakt mynstur meðan onnur eru einstøk heklað objekt, sum fara skríðandi eftir vegginum leitandi eftir sambandi og samanhangi.

Sprek

Í oktober var framsýning hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti, sum hevði heitið Sprek. Framsýningarheitið Sprek er demonstrativt óhátíðarligt og leggur dent á høvuðstilfarið hjá Hanna Bjartalíð, sum er træsprekið og kortini eru verkini á hesari framsýningini eitt sindur størri í vavi enn vant við størri træpettum, sum eru virkað til á ymiskan hátt við stórum eymleika. Tó at fløskur, lutir, blómur og gróður prýða fleiri av verkunum, er hetta ikki dekorativ list sum so. Her er okkurt meira í organiska viðinum og teimum livandi flatunum. Blómurnar minna um livað lív men eisini um tað øvugta. Relieffini eru figurativ og ítøkilig og tykjast kortini abstrakt, kveikt av sál og lívi og einum serligum inniligleika, ið fær meg at hugsa um lívstakksamar sálmar

Listafólkaløn

Í 2024 var listafólkaløn latin trimum listafólkum. Tey eru: Rakel Helmsdal, Jóhan Martin Christiansen og Búi Egason Dam. Bókmentalig faknevnd segði um Rakel Helmsdal: Rakel Helmsdal hevur eitt langt lív sum yrkislistafólk aftan fyri seg og eina røð av útgávum, tilnevningum og heiðurslønum. Hon lýsir í sínari umsókn greiðar og realistiskar ætlanir, sum bæði eru framhald av ymiskum, hon hevur givið út, og áhugaverdar ætlanir, ið víðka hennara breiða mentanarliga virksemi. Tað er eingin ivi um við atliti at tí, sum hon longu hevur avrikað, at nógv og dygdargott tilfar fer at spyrjast burtur úr hennara arbeiði, og at tað verður til gangs fyri ung sum eldri. Í nevndini sótu Sámal Soll og Paula Gaard.

Myndlistalig faknevnd segði um Jóhan Marin Christiansen, at hann hevur markerað seg á føroyska listapallinum við hugtakandi og avbjóðandi samtíðarlist, sum fevnir um gips, readymades, installatiónir, grafikk og videolist. Hann arbeiðir við estetikki og formi, og verkini rúma søgur og spor eftir fólki og støðum. Jóhan Martin Christiansen er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við. Hann vísir til eldri listasøgu, samstundis sum hann hevur sína egnu dagsskrá. Verkætlanirnar, sum Jóhan Martin Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listafólkaløn hevði givið honum møguleika at halda áfram við støðugu menningini. Í nevndini sótu Randi Samsonsen og Sólveig Hanusardóttir.

Faknevndin fyri leiklist, video og film segði um Búa Egason Dam: Búi Dam er eitt djarvt multitalent við eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og so. Her fáa serlingarnir - hesi sárbæru, útsettu, forsømdu og órættvíst viðfarnu, umsíður sína rødd. Búi ferðast óræddur og við hegni tvørtur um fleiri listagreinar. Tað høga listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar. Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg, Lear Kongur, Látur Medusu, v.m), og teimum, ið standa fyri framman (Eitt nú: Hvørvisjónleikur og Seinasti trælurin), er eingin ivi um, at Búa Dam eigur at fáa eina 3 ára listafólkaløn. Hetta er ein solid íløga í okkara films- og leiklistaumhvørvi. Og ikki minst okkara samfelag. Í nevndini sótu Bárður Persson, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Turið Johannesen.

Virðislønir

Ársins almennu mentanarvirðislønir vóru handaðar á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík. Beinir Bergsson fekk virðisløn til ungt listafólk og heiðursgáva landsins varð latin Randi Ward. Hanni Bjartalíð fekk ta stóru Mentanarvirðisløn Landsins. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella eru hátíðarlig, endar áðrenn vit ætla.

Kollasja: Vónbjørt vang

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 var latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé við hesu grundgeving: Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld. Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býraðs varð latin Elini Michelsen fyri trýverkið RimarúmiðVanvarði og Feigdarfræ.

Ársins Ebbu-virðisløn varð latin Daniu O. Tausen á hátíðarhaldi á Býarbókasavninum í Havn. Grundgevingin hjá Rithøvundafelagi Føroya at lata Daniu virðislønina er soljóðandi: Dania O. Tausen hevur longu skrivað og sungið seg inn á listapallin, ikki bara í Føroyum, men eisini út um 200 fjórðingar. Hon kom við ein frískum loti inn á bókmentapallin við yrkingasavninum "Skál", sum hevur gingið sína sigursgongd á føroyskum og útlendskum máli. Savnið ber brá av eyðmýkt og eini menniskjaligari lýsing av tí verðsliga, og hvussu tað kann samantvinnast við tað andaliga. Dania hevur eisini latið úr hondum tvær plátur undir egnum navni, samstundis sum hon er við í bólkinum Aggrasoppar. Tekstirnir á hennara egnum plátum eru ikki bara lættir sangtekstir, teir hava skaldsligt flog og seta tilveruligar spurningar. Málið er heimligt og gerandisligt og fylt við heimligum orðamyndum. Eitt annað, sum Rithøvundafelagið serliga hava bitið merki í, eru evnini, sum Dania hevur til at skipa fyri bókmentatiltøkum, ikki minst væl vitjaðu yrkjarakvøldunum: Yrkingar í Sirkus. Við vinsemi og rúmligheit hevur hon tveir teir seinastu vetrarnar boðið bæði royndum og óroyndum yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar.

Ari Hammer Joensen fekk 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum. Í grundgevingini stóð: “At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra  óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk”.

Elin á Rógvi vann Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bók sína, Flytifuglar. Virðislønin verður latin annað hvørt ár fyri at seta fokus á og styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri. Undirritaða var sjálv heiðrað við kritikaravirðislønini: 15 Junifondens særpris til årets kritiker tilfalder i år Kinna Poulsen. Hun har som kunstkritiker og kurator i 25 år skrevet om og udbredt den færøske kunstscene ikke kun lokalt på Færøerne, men også i Danmark samt i en større international sammenhæng. Udover talrige artikler og katalogtekster har hun udgivet bøger; blandt andet om kunstnere såsom Tóroddur Poulsen og Steffan Danielsen. Kinna Poulsen har i både sit kunstkritiske virke og som kurator formået at se kunsten fra nye vinkler og samtidig trække de kunsthistoriske tråde op, men også tænke kunsten nye steder hen. På den færøske kunstscene har hun været en drivkraft bag at tage en samtale op om kunsten og i perioder som eneste kritiker. Hun har konstant været helt tæt på og i dialog med kunsten og kunstnerne; med processer og praksisser fx på det grafiske værksted Steinprent. På den danske kunstscene hvor både færøsk og grønlandsk kunst ofte mødes med forventninger og fordomme om, hvad denne kunst er eller burde være, har Kinna Poulsen med sin skarpe formidling og sin solide kunstfaglige og kunsthistoriske forankring været med til at sætte den færøske kunst ind i større sammenhænge end landskaber og fiskeri – og på den måde været med til at skabe et nuanceret billede af en kunstscene sammensat af meget forskellige kunstnere.

 

Listprýðing

Sunnudagin 22.september 2024 var nýggja standmyndin hjá Edwardi Fuglø, sum Tórshavnar Kommuna hevur reist til minnis um undangongukvinnuna Andreu Árting, avdúkað í Steinatúni, hagar ein rúgva av fólkið var komin saman at lurta eftir tónleiki, røðum umframt at skoða verkið. Havnar Hornorkestur spældi fleiri løg - harímillum vóru tvey hjá Andreu Árting. Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu – tað sama gjørdu ommusonur Andreu; Kári Árting, Edward Fuglø og Gunvør Balle, sum tók stig til standmyndina, tá hon var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri seks árum síðani. Tá nýggja svimjihøllin læt upp í Havn var hon listprýdd av Silju Strøm, sum lýsir sítt verk soleiðis: “Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá.”

Ein landhylur

Tvær bøkur komu frá Tóroddi Poulsen í ár. Um ta fyrru skrivaði eg: “Steinar hava altíð verið í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, ið ofta snúgva seg um tilfar um mold, vatn, luft, men eisini um vind, ljós og myrkur og um listaligt tilfar, um orð og litir. Fleiri staðni verður tosað um lukt, um at lukta og snodda og at villast í sínum egna lukti – einastaðni er yrkjaraegið á posthúsinum og heldur seg lukta ræstan fisk, men varnast tá ein gamlan mann, sum stendur í einum landhyli. Einum landhyli? Áh, einum hyli av landi? Eg ivaðist eitt sindur, sprotaði síðani orðið “landhylur” og varð tá spurd um eg meinti við langhyl, men tað gjørdi eg ikki og jú, - konsentrerað piss luktar av ammoniak júst sum ræstur fiskur. Heitisorðingin er partur av einari yrking, ið staðfestir, at hóast málið er eitt skalvalop av kókandi tungum og brotnum fingrum og regnið hevur gloymt okkum alt summarið, ja, so merkir yrkjaraegið “enn at/ allir/ luktir/ örkymla/ mín/ staðarsans””.

Tá mann fer í gongd við at hugsa um árið, ið fór, er næstan eingin endi á upplivingunum, sum koma fram fyri ein. Eg dugi at síggja á ummælinum av útgávukonsertini hjá Eivør í Norðurlandahúsinum, at eg havi verið púra upp í loft: “At siga, at Eivør Pálsdóttir er dugnalig og syngur væl er sum at siga, at Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci er ein pen mynd ella at Eiffeltornið er ein ókey skeg bygningur. Tað er í grundini ein avbjóðing at lýsa hvussu framúr væl Eivør syngur. Hon hevur altíð sungið fantastiska væl og nú ber av. Hon tykist markleys. Røddin er monumental og verður brúkt við hugtakandi fjølbroytni og við so perfektari javnvág millum tey ymisku avrikini, at mann ikki leggur merki til skiftini. Antin hon syngur orðini fram ella improviserar við tónum er hon eitt einastandandi instrument henda røddin, sum flýgur himmalhøgt og kavar niður í djúpastu avgrundir alt meðan hon ótarnað skiftir millum luftmiklan klang, klokkukláran tóna og sterkt fullregistar. Røddin er mjúkasta silki, ið legst eins og balsam um sálina eisini í støð, har tú ikki visti, at tær tørvaði mýkjandi viðger...”

Tónleikurin hevur givið okkum fleiri stórar upplivingar í brátt farna ári. Beint í løtuni verður nýggja operaverkið hjá Sunleif Rasmussen um Regin Smið framført í Varpinum í Klaksvík og hevur fingið góð ummæli. Felagið Føroysk Tónaskøld var vertur fyri ISCM (International Society for Contemporary Music) World New Music Days (WNMD) nummar 101, ið vóru í døgunum 21. juni til 1. juli 2024.

 

Leiklistin

12.desember náddu vit aftur niður á botn í málinum um eitt føroyskt tjóðleikhús, tá  Tórshavnar býráð samtykti eitt uppskot frá Kára Johansen um at finna aðra staðseting enn Eystara havnarøki. Tað er heilt merkiligt hvussu lítið verður lagt í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi og jú, vit hava júst nú í vetur upplivað stórfingnan sjónleik á Glasi, á Meiarínum og fara í næstum at uppliva føroyska opera í Varpinum í Klaksvík. Tað er at gleða seg um og til, men loysir kortini ikki málið um tjóðleikhúsið, sum ikki verður veruleiki fyrr enn politiski viljin fer at stinga djúpri. Beint nú sær tað heldur vónleyst út burtur sæð frá einari reglu í skrivinum hjá Høgna Djurhuus á heimasíðu Kringvarpsins, ið staðfestir, at eitt uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd fall. Hetta sigur ikki nógv, men tað kann hava týdning kortini um okkara komandi borgarstjóri er fyri einum tjóðleikhúsi í Havn.

Í november var leikurin hjá Jon Fosse, Sonurin framførdur á Tjóðpallinum – ein sera einføld, men ógvuliga djúp og viðkomandi frásøgn um at vera til. Tað er sera lætt at skilja, at Jon Fosse hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Við fáum og einføldum orðum setir hann orð á tilverunnar grundtreytir og sjálvt um hansara heimur er fullur av norðurlendskum myrkri, er so nógv av humor eisini og tað eru leikararnir ikki seinir at fanga og brúka. Eg haldi ikki, at nakar sjónleikari í allari verðini kundi leikt pápaleiklutin í leikinum betur enn Hans Tórgarð. Við smáum eygnabragdum, andlits og handarørslum og vónleysum endurtøkum likamligger hann ein vanafastan mann, hvørs vanar hava myndað eina farslóð, sum hann ikki megnar at flyta seg úr. Hinir sjónleikarirnir spældu somuleiðis væl. Í november høvdu vit eisini høvi at uppliva Romeo og Julie í einari gigantiskari skúlauppseting, ið fevndi um alt tað risastóra miðrúmið á Glasi og sum leiklistaliga varð skipað sum ein masterclass, har yrkissjónleikarar arbeiddu saman við óroyndum ungdómum við imponerandi úrsliti. Tað haldi eg kann vera endaorðið á hesum brokkmanslestri um listaárið, ið fór, har eg als ikki havi nevnt alt tað nógva, ið hendi. Nú er 2025 um hornið og ymiskt spennandi at gleða seg til. Nýggjur leiðari er í Listasavninum og tað verður spennandi at síggja hvørja leið Solveig Hanusardóttir Olsen fer at velja og tað sama er galdandi fyri komandi stjóran á Tjóðpalli Føroya. Hann ella hon fær úr at gera og innan filmin hava vit nógv at gleða okkum til m.a. filmin hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth. Nýti høvi at ynskja tykkum lesarum á Listaportalinum gott og eydnuríkt nýggjár við tøkk fyri tað farna.

Kinna Poulsen

 

 

 

 

Gleðilig jól

At vera lærari er bæði strævið og stuttligt og fyri tað allarmesta eitt sera gevandi og meiningsfult starv.. Síðstu tímarnir áðrenn jólaferiuna kunnu kennast drúgvir, so í 24Z gjørdu vit eina kapping um hvør gjørdi besta jólakortið og fittu og gløggu ungu kvinnurnar í flokkinum høvdu allar málað so fín, stuttlig og kerlig jólakort, at tað var ringt at velja. Elisa Christiansdóttir vann fyri sína bæði klassisku og løgnu akvarel av einum stórum brennandi kertuljósi, sum er staðsett nokk so ovarlaga tætt við myndakantin og ger á tann hátt vart við, at tíðin er avmarkað, at glæman er lív, at núið er nú. Eg nýti høvi at ynskja øllum lesarum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár við takk fyri 24 nú 10 ár eru liðin síðan eg byrjaði Listaportalin. Eg eri byrjað at skriva Listaárið, ið fór osfr. men fyrst er jólahugni og jólastákan á skránni. Hoyrast aftur millum jól og nýggjár.

Kinna Poulsen

Nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá kemur í apríl

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", verður at síggja í Havnar Bio 10. apríl 2025. Tríggjar vikur seinni, 1. mai, kemur filmurin í danskar biografar, hann er eisini valdur at vera partur av Filmporten – Filmelskernes biografklub.

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann. Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

"Seinasta paradísið á jørð" er framleiddur við stórum atliti til burðardygd, í samsvari við mannagongdirnar í danska vinnusamstarvinum Bæredygtig Film og TV Produktion (BFTP). Hetta er eitt nú sjónligt við at alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær av hesum aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara.

Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren". Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum. Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.

Tað er Øst for Paradis, ið tekur sær av útbreiðsluni í Danmark

Málið um eitt føroyskt tjóðleikhús stendur í botni

Í útvarpinum kjakast tey í dag um ársins orð. Eg hugsi, at ársins orð kann vera tjóðleikhús ella mangulin uppá sama og kanska bara orðloysi, tí her eru eftirhondini nógv, sum ikki hava hildið orð í málinum um tjóðpallin. Um málið um eitt føroyskt tjóðleikhús varð sett upp sum sjónleikur á palli, hevði talan heilt vist verið um ein sonevndan glæntrileik, eina farsu. So grunt stingur áhugin og ábyrgdarkenslan fyri sjónleiki í Tórshavnar Kommunu, at Tjóðleikhúsið í tjúgu ár hevur rikist sum bukka millum sengur í føroyska høvuðstaðnum. Í gjár náddu vit aftur niður á botn í málinum, tá  Tórshavnar býráð samtykti eitt uppskot frá Kára Johansen um at finna aðra staðseting enn Eystara havnarøki. Sjey býraðslimir atkvøddu fyri. Teir eru Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen. Og hvør veit. Kanska fylgja tey bara opiniónini og lægsta felagsnevnara, har staðsetingin av okkara tjóðleikhúsi fær øði í grindina. Hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Tað er heilt merkilig hvussu lítið verður lagt í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi og jú, vit hava júst nú í vetur upplivað stórfingnan sjónleik á Glasi, á Meiarínum og fara í næstum at uppliva føroyska opera í Varpinum í Klaksvík. Tað er at gleða seg um og til, men loysir kortini ikki málið um tjóðleikhúsið, sum ikki verður veruleiki fyrr enn politiski viljin fer at stinga djúpri. Beint nú sær tað heldur vónleyst út burtur sæð frá einari reglu í skrivinum hjá Høgna Djurhuus á heimasíðu Kringvarpsins, ið staðfestir, at eitt uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd fall. Hetta sigur ikki nógv, men tað kann hava týdning kortini um okkara komandi borgarstjóri er fyri einum tjóðleikhúsi í Havn. Livst so spyrst ella øvugt!

Kinna Poulsen

Øssur Johannesen sýnir fram í Keypmannahavn

Í gjár 10.desember læt upp ein framsýning við nýggjum verkum eftir Øssur Johannesen í Galleri Underkant, sum er gallarí hjá Kofoeds Skole á Holmbladsgade í Keypmannahavn. Framsýningarevnini eru heimloysi, sálarsjúka og flýggjan, men eisini einsemi og lívið í stórbýnum. Her er tíðindaskriv og myndir frá upplatingini, sum Óli Poulsen tók.

Össur Johannesen - Hjemløshed, psykisk sygdom og flugt.
Össur Johannesen er født på Færøerne, og er kunstner, digter og forfatter, Han har, siden han var barn, været optaget af at male og tegne. Össur Johannsen har selv været plaget af psykisk sygdom og et problematisk forbrug af alkohol og narkotika, og han har i perioder også levet som hjemløs. Johannesens kunst tager afsæt i hans egne levede erfaringer og oplevelser. Udstillingsperiode: 10. december til 17.januar. Fernisering: tirsdag d. 10. december kl. 13 - 16 i Galleri UnderKant, Holmbladsgade 120.

Gløgg list og fólk í Steinprenti

Hansina iversen

Jú, eg eri greið yvir, at eitt komma hevði verið klæðiligt í yvirskriftini, men gott er. Mann fær so gott sjálvsálit av gløgg. Í gjár læt Myndaódnin 2024 upp í Steinprenti við list, sum umframt nýggj verk hjá nøkrum av okkara bestu, eisini vísir eitt úrval av ársins grafisku framleiðslu í hesum høvuðsmotorinum hjá føroyskari samtíðarlist í okkara tíð. Við á framsýningini eru Marius Olsen, Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Marco Evaristti, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Rannva Kunoy, Anker Mortensen, Uffe Cristoffersen, Heiðrikur av Heygum, Julie Boserup, Peter Carlsen og Tróndur Patursson - tað er ein ljós og litrík framsýning við sera góðum verkum. Tað einasta, eg saknaði, var jólatræið hjá Louise, men tað kemur vónandi við næsta ár. Í Steinprenti hevur nógv virksemi verið í brátt farna ári. Har hava tíggju listafólk arbeitt á verkstaðnum og fleiri teirra hava havt tíð at arbeiða lutfalsliga leingi á verkstaðnum, t.d. Marius Olsen og Hansina Iversen, sum bæði høvdu framsýningar í Steinprenti í 24 eins og Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen høvdu fagnaðar framsýningar og so var eisini ein føroysk versión av framsýningini Fog Swept Cargo framsýnd á ólavsøku, har fleiri túsund áskoðarar vóru á gátt. -Vit hava roknað okkum fram til, at hetta er 15.ferð, Myndaódnin hevur herjað í Steinprenti; vit byrjaðu í 09 og eitt ár datt burturímillum orsakað av corona, men eg haldi, at allar framsýningarnar hava verið myndaðar av sama góða blandi av nøkrum kendum og øðrum nýggjum. Á Myndaódnini 24 eru nøkur framúr teknað verk hjá Hanna Bjartalíð; myndir á tremur av detaljum, ið eru stuttligar og fittar, men tær eru meira enn tað. Har er eisini okkurt skeivt og løgið við fólkatómu myndunum, sum við øllum sínum tilsipingum til livað lív og list eisini koma at snúgva seg um tað øvugta. Hansina Iversen vísti á framsýning sínari í Steinprenti í fjør, Purple Rain nakrar myndir, ið vóru málaðar á ógrunderað lørift. Á Myndaódnini hongur ein røð av slíkum, sum eru ómetaliga áhugaverdar og vísa, at málarin ikki er liðug í síni listaligu menning. At botnurin í málninginum ikki er hvítur hevur við sær, at hvíti liturin fær enn størri rúmligt og dramatiskt potentiali á myndaflatanum. Málningarnir eru sera dynamiskir við einum blandi millum kendu strokini hjá Hansinu og so spraymáling, sum hon er farin at brúka í størri mun. Samanumtikið er tað eins og málningarnir ekspandera sítt egna avmarkaða myndarúm og gerast monumentalar í huganum á áskoðaranum. Framsýningin er ómetaliga samanhangandi og væl hongd upp og hon hongur fram til jóla. Far og hygg!

Kinna Poulsen

vit høvdu tað stuttligt

fólk heinta gávuprent - tey eru framvegis til taks hjá limum í steinbrá - øll eru vælkomin at gerast limir í stuðulsfelagnum hjá steinprenti - tað kostar bara 500 krónur og mann fær gávuprent á hvørjum ári

ringt er at finna út av hvat prent mann skal velja sær

ársins gávuprent eru framúr

marius olsen

gløggið var gott aftur í ár

pauli

Fólk práta

akvarel hjá anker mortensen

fríða matras brekku

hanni bjartalíð

Peter carlsen er altíð við á myndaódnini við sínum jólaligu prentum

Tóroddur Poulsen

fríða og sissal

Tann framúr flotta bókin I-FORMER er til keyps á myndaódnini

heiðrikur av heygum

ungir gestir eru eisini vælkomnir á myndaódn

prent hjá hansinu iversen høgrumegin

Hanni Bjartalíð

List & gløgg í Steinprenti

Myndaódnin 2024

Í dag, leygardagin 7.des. klokkan 15-17 letur ársins Myndaódn upp í Steinprenti, har høvi býðst at skoða okkurt av tí nógva, sum er skapt í hesum orkuhúsinum av einum grafiskum verkstaði í brátt farna ári. (og so hava vit nakrar jólaklassikarar við eisini). Sum siður er bjóða vit gløgg aftur við listini. Á framsýningini verða verk, sum Marius Olsen, Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Marco Evaristti, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Heiðrikur av Heygum, Julie Boserup, Peter Carlsen og Tróndur Patursson hava gjørt í Steinprenti. Umframt grafikkin verða eisini spennandi nýggir málningar/tekningar hjá Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Anker Mortensen við á framsýningini.

Limir í Steinbrá eru vælkomnir at heinta sítt gávuprent sum Hanni Bjartalíð hevur gjørt. Heilt 6 prent eru at velja ímillum. Nýggir limir eru sum altíð hjartaliga vælkomnir og kunnu velja sær eitt gávuprent, tá prógv fyri limagjaldi fyriliggur. Grafikkfelagið Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprenti. Steinprent hevur nú í mong ár verið ein høvuðsmotorur í føroyskari samtíðarlist og er sera høgt í metum millum bæði listafólk og listaáhugað. Her verður arbeitt á hægsta listaliga støði við myndlist, ið verður til á verkstaðnum uppiá og framsýnd á gallarínum niðriundir. Steinbrá hevur eina Facebooksíðu, har boð frá felagnum verða send, umframt við telduposti. Tí er umráðandi at upplýsa teldubústað bæði hjá nýggjum og verandi limum. Til ber at tekna seg sum lim hjá kassameistaranum, sum umsitur limalistan. Teldupostadressan er hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com. Grafikkfelagið Steinbrá hevur konto í Norðoya Sparikassa 9865-1042496. Tá ársgjaldið er goldið, er kvittanin (flytingin) títt persónliga limaprógv. Steinbrá viðmælir limunum at stovna fasta flyting. Tað er lættast fyri allar partar. Limagjaldið er 500 krónur um árið fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri stovnar, feløg og fyritøkur. Fyri hesa íløgu fáast innbjóðingar til framsýningar og tiltøk í Steinprenti, eitt gávuprent og avsláttur á 15% fyri prent úr Steinprenti.

HJARTALIGA VÆLKOMIN

Myrkrið er myrkt

Henda at síggja til sjálvsagda orðing kemur fyri í einum steinprenti hjá Svend-Allan Sørensen. Í leikinum, Sonurin, sum verður leiktur á Tjóðpallinum í løtuni, kemur hon ofta fyri. Tað er so myrkt, ja myrkari enn myrkt, svart sum mold. Og myrkur er hann sanniliga, leikurin Jon Fosse; kolasvartur bæði í sinn og skinn. Einfalda og neyva orðaskiftið er sum telgt úr torvi og við endurtøkum, ið eru stuttligar in absurdum sum tær mala í klingur á ovala pallinum. Vit eru stødd í stovuni hjá einum gomlum hjúnum í onkrari fjarskotnari bygd. Hann er í gráum klæðum við gránaðum hári, hon er gráhærd og í gráum – sjálvt binditoyið hjá henni er grátt. Sofasettið, gardinurnar og borðið er alt gráhvítt og so slitið og fúnað sum var tað longu fortíð. Tað sama er galdandi fyri prátið, ið er bygt upp av klisjéum. Hin gamli skoðar út í myrkrið og staðfestir hvussu myrkt tað er og hon játtar og soleiðis koyrir tað dag og dagliga inntil okkurt brýtur endurtøkuna, tí nú hendir okkurt, sum tey ikki høvdu væntað. Tá bussurin fyri einaferðs skyld vendir og koyrir inn í teirra grannalag, er ikki bert tann vátligi grannin við, men eisini sonurin, sum kemur heim at vitja.

Støðan kenst øvug av líknilsinum um burturvilsta sonin, ið sum kunnugt var stórliga fagnaður, tá hann kemur heimaftur. Tey bæði gomlu royna at vera blíð – serliga mamman er glað at síggja sín drong – men tað er kortini heilt týðiligt, at tey gomlu eru óttafull og helst vildi sloppið undan hesin verða avbrotin í teirra føstu vanum. Sonurin er ungur, lúnutur og yvirhøvur sera duldarfullur. Tey skilja hann ikki og hava ikki álit á honum. Eitt er hansara ævinliga gittaraspæl, men hann vil heldur ikki hava drekkamunn og tað er nú løgið við sovorðnum fólkum, sum ikki vilja eta og helst vilja spæla tónleik og kann mann liva av tí?

Leikurin er ómetaliga einfaldur, men sera djúpur og beinrakin. Øll, sum hava havt foreldur, ommur og abbar, ja familjurelatiónir yvirhøvur (jú, tað hava tey flestu!) - hava upplivað hvussu løgnar samrøðurnar kunnu gerast, tá vit ikki tosa um tað, sum er at tosa um. Myrkrið kenna vit øll. Bæði tað, sum er uttan fyri vindeygað og inni í okkum sjálvum, tá vit eru óttafull og einsamøll. Leikurin er á so mangan hátt realistiskur, tó at hann er stiliseraður og einfaldaður. Uppímillum eru løtur, tá leikararnir frysta fastir í eini ljósglæmu og minna okkum á, at talan ikki er um eitt petti av veruleika, men um eitt leiklistaverk – effektin hóskar sera væl til leikritið.  Tilveruútlitini hjá gamla parinum í avfólkaða bygdalagnum tykjast døpur, tí har er bara myrkrið eftir. Kortini er hetta ikki ein sentimental søga. Tað er sera lætt at skilja, at Jon Fosse hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Við fáum og einføldum orðum setir hann orð á tilverunnar grundtreytir og sjálvt um hansara heimur er fullur av norðurlendskum myrkri, er so nógv av humor eisini og tað eru leikararnir ikki seinir at fanga og brúka.

Leiklistastríðið stendur við og hevur í eini fimm ár avmarkað Tjóðpall Føroya á ymiskan hátt og eitt nú úrslitað í einum lutfalsliga fábroyttum sjónleikaraúrvali, har ikki minst Hans Tórgarð hevur staðið fattur sum ein annar Atlas – og jú, mentanarvirðislønin kundi av sonnum verið latin honum fyri hansara týdningarmikla arbeiði innan leiklistina bæði sum leikari og týðari. Men tað man slíta at bera allan sjónleikarahimmalin á herðunum eins og tað slítur óneyðuga nógv uppá sjónleikarar, at vera heimleys. Á veg út úr Tjóðpallinum eftir lokna sýning, sá eg plakatina frá fantastisku uppsetingini av leikinum Per Gynt og fór síðan at hugsa um listastríð og hvussu strævin tey eru við sínum positioneringum og persónligheitum. Orsøkin til listastríð kunnu vera kompleks, men í Føroyum snýr tað seg ikki minst um eina yrkisliga menning, ið ikki verður handfarin rætt av ovastu leiðslu á økinum, kanska tí mann her hevur haltað afturúr fakliga. Upprunaliga býr eingin illvilji í hesum – tað snýr seg um eina gongd ella menning, har partarnir í einum listaøki eru úti av sync so to speak. Tá vantrivnaður, happing o.a. uppstendur í barnagørðum, skúlum, er tað ikki aktørarnir/børnini, sum kunnu ábyrgdast, men tey longur uppi í skipanini, ið seta karmarnar. Íðan, støðan er sum hon er og skjótt er leiðaraleikluturin hjá núverandi stjóra, Jenny Petersen liðugt spældur – ein leiklutur, sum hevur givið okkum nógvar veldugar leiklistaupplivingar. Túsund takk fyri tær allar! Tað týdningarmesta er nú, at positioneringarnar ikki sleppa at halda fram at definera framtíðar sjónleik í Føroyum, at Leiklistaráðið tekur ábyrgd og hugsar leiklistakligar førleikar og fakligheit fram um persónligan sertokka ella í mun til positionering, altso á hvørjari síðu leiklistafólk hava verið í listastríðnum. Hetta má alt vera gloymt og fyrigivið. Vit hava sera dugnalig leiklistafólk í Føroyum, men ikki so nógv, at vit óskalað kunnu býta tilfeingið sundur í tveir partar. Tað er til stóran skaða.

Eg haldi ikki, at nakar sjónleikari í allari verðini kundi leikt pápaleiklutin í leikinum betur enn Hans Tórgarð. Við smáum eygnabragdum, andlits og handarørslum og vónleysum endurtøkum likamligger hann ein vanafastan mann, hvørs vanar hava myndað eina farslóð, sum hann ikki megnar at flyta seg úr. Hinir sjónleikarirnir spæla somuleiðis væl; Kristina Sundar Hansen við sera týðiligum mimikki, sum er nokk so stuttligur eitt nú, tá hon fylgir við drekkarínum og ein tungt blásandi Hjálmar Dam, ið gerst eitt óvæntað gálgaskemtiligt comical relief eins og Elias Magnussen hevur góða orku sum síðhærdi sonurin, ið við sínum violetta turriklæði tykist grundleggjandi fremmandur í barndómsheiminum. Sonurin er á so mangan hátt viðkomandi leikur. Far og hygg – hann varar ikki meira enn góðan tíma og tann tímin gongur sera skjótt!

 

LEIKRIT

Jon Fosse

 

TÝÐING

Marna Jacobsen

 

LEIKSTJÓRN

Kim Dambæk

 

PALLMYND OG BÚNASNIÐGEVI

Anne Mette Bo Drivsholm

 

LJÓSSNIÐGEVI

Turpin Napoleon Djurhuus

 

TÓNASMIÐIR

Benjamin Petersen

Knut Vaage

 

PALLSMÍÐ

Símun Pauli Hansen

Birgir Djurhuus

 

BÚNAR

Katrin Bonde

 

REKVISITTIR

Katrin Bonde

Barbara Hilduberg

 

HÁR OG SMYRSL

Julia Jacobsen

 

LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING

Tórálvur G. Tórgarð

Kinna Poulsen

Randi Samsonsen í Víngarðinum - vernissage

Fríggjadagin 29.november 2024 læt framsýning hjá Randi Samsonsen upp í Víngarðinum. Framsýningin er opin fríggjadag og leygardag og eftir avtalu við undirritaðu. Eg segði nøkur orð um listakvinnuna, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis: Tað er líka mikið um vit eru í New York ella í Havn. Listin hjá Randi Samsonsen ger okkurt serligt við fólk. Tey fáa hug at nærkast henni, nerta við hana, nálgast, fnisa og roksa og bera seg at á ein hátt, sum ikki hevur verið vanligur, tá talan er um list. List er álvarsligt mál, her skal ikki flennast – soleiðis hava vit hugsað, men okkurt er broytt. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen er øðrvísi og tekur formlig atlit til menniskjalikamið. Antropomorfu skapini minna um likamslutir ella innvølir, men hetta er eisini list, sum kann fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, summi hava ein hvassari yvirflata. Tøkniliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi hátt, framvegis knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Eg fái illa hugt eftir nøkrum heklaðum uttan at koma í tankar um grýtulappar. Síðsta fríggjadag vóru vit í Listasavninum og feiraðu eitt tíðarrit, sum Institut for kunsthistorie á universitetinum í Keypmannahavn hevur givið út. Í ritinum havi eg skrivað eina grein um Randi Samsonsen, sum eg eftirhondini havi samstarvað við í fleiri ár um nógvar framsýningar bæði her í Víngarðinum, í Steinprenti, í Miklagarði, í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í Scandinavia House í New York. Seinastu árini er Randi farin upp í stødd í síni list. Hon hevur gjørt fleiri monumentalar verkætlanir. Í grundini er alt framsýningarhølið her í Víngarðinum nógv minni í vavi enn kollektiva standmyndin hjá Randi Samsonsen, Things Matter, sum var framsýnd á Trapholt herfyri. Og allíkavæl, so haldi eg, at monumentalu royndirnar hjá listakvinnuni smitta av yvir á hesi smáu verkini, sum av sonnum inntaka rúmið við autoriteti. Randi hevur veruliga flutt seg listaliga seinastu árini.

Her á framsýningini eru fleiri sløg av verkum, sum øll hanga á vegginum við størri og minni rúmligheit sum okkurt slag av bleytum relieffum; summi eru seymað, sett saman í geometriserað abstrakt mynstur meðan onnur eru einstøk heklað objekt, sum fara skríðandi eftir vegginum. Verkini hjá Randi eru týdningarmikil partur av nýmaterialistisku uppgerðini við siðbundna list, sum í hesum árum er í ferð við at umdefinera ta føroysku samtíðarlistina. Hennara seymaðu og hekklaðu standmyndir og relieff eru so formliga øðrvísi, at tey koma óvart á, so at vit hava hug at brosa, Hyggja vit eina løtu aftrat, varnast vit eisini vakurleikan í kenslubornu skapunum og fjølbroyttu yvirflatunum, ið skyggja og aðrastaðni eru óblankar, summastaðni lodnar.

Framsýningarheitið er eisini eitt sindur ullint, tí hvat merkir hetta? Time is Holding us Anywhere – byrjanin er staðfestandi meðan endaorðið letur upp endaloysið. Men á ein hátt kann mann jú siga, at øll list snýr seg um tíð. Ta tíð, sum verkið tók at gera, ta tíð, sum verkið tekur at skoða, men sjálvandi feisini um ta samtíð, sum er tíðin hjá verkinum. Meginparturin av verkunum eru hekklað, ið er eitt slag av hondarbeiði, sum tekur tíð og ikki kann framleiðast á maskinu. Ójøvnu, buglutu verkini eru sundurbýtt og fragmenterað . Tey eru staðsett við frástøðu frá hvørjum øðrum og tykjast leitandi sum satelittar í rúmdini – til reiðar at knýta samband. Randi hevur greitt mær frá, at hesi verkini eru ein roynd at mynda sambond og samanhang í eini tíð, merkt av upploysing og nýggjum markloysi.

Kinna Poulsen


Randi Samsonsen í Víngarðinum

Time is holding us anywhere

Fríggjadagin 29.november klokkan 15-17 letur upp serframsýning hjá Randi Samsonsen í Víngarðinum við einum gátuførum heiti, sum bendir á, at framsýningin snýr seg um tíð.

Listakvinnan Randi Samsonsen arbeiðir við tóvirki ella tekstillist. Hennara verk eru týdningarmikil partur av uppgerðini við siðbundna list, sum í hesum árum er í ferð við at umdefinera ta føroysku samtíðarlistina. Hennara seymaðu og hekklaðu standmyndir og relieff eru so formliga øðrvísi, at tey koma óvart á, so at vit hava hug at brosa, Hyggja vit eina løtu aftrat, varnast vit eisini vakurleikan í kenslubornu skapunum og fjølbroyttu yvirflatunum, ið skyggja og aðrastaðni eru óblankir, summastaðni lodnir.

Á ein hátt kann mann siga, at øll list snýr seg um tíð. Ta tíð, sum verkið tók at gera, ta tíð, sum verkið tekur at skoða, men sjálvandi um ta samtíð, sum er tíðin hjá verkinum. Meginparturin av verkunum eru hekklað, ið er eitt slag av hondarbeiði, sum tekur tíð og ikki kann framleiðast á maskinu. Ójøvnu, buglutu verkini eru sundurbýtt og fragmenterað . Tey eru staðsett við frástøðu frá hvørjum øðrum og tykjast leitandi sum satelittar í rúmdini – til reiðar at knýta samband. Randi Samsonsen greiðir frá, at hesi tekstilverk eru ein roynd av mynda sambond og samanhang í eini tíð, merkt av upploysing og nýggjum markloysi.

Vælkomin til upplating fríggjadagin klokkan trý til fimm. Framsýningin er stuðlað av Mentanargrunni Landsins. Víngarðurin er í Tróndargøtu 31 í Havn.

Kinna Poulsen

MASTERCLASS – Romeo og Julia á Glasi

Kenna tit tankaspælið Hvat hevði tú gjørt um tú vann so og so nógvar milliónir? - Eg plagi at hava eitt nokk so greitt svar; at fekk eg so og so nógvar milliónir, hevði eg bygt eina samtíðarlistahøll, sum skuldi modellerast eftir einum av húsaskulpturunum hjá Hanna Bjartalíð. Tá eg leygarkvøldið gekk eftir reyðu premierulangmottuni á veg út úr Glasi, hevði dreymurin broytt skap; vann eg milliónir, skuldi eg latið leiklistini tær allar, so at tey kundu bygt eitt tjóðleikhús til allar hesar fantastisku sjónleikirnar, sum gleða og kløkka okkum og gera okkum klókari uppá okkum sjálvi og okkara tíð. Eitt vakurt og virðiligt føroyskt tjóðleikhús, har okkara yrkisleikarar fáa allarbestu umstøður at skapa leiklist hvønn tann einasta dag. Har tey anda inn handrit og anda út bæði nýskrivaðar leikir og klassikarar, ið dala niður yvir okkum sum mannakorn og víðka sjónarringin og so skuldu tey sjálvandi eisini hildið masterclass og havt ymiskt skeiðsvirksemi fyri gávuríkum ungum leikarum. Tað var vinkonan, sum nevndi hetta orðið, masterclass, tá vit eftir leikin skiftu orð um hann. Og júst hetta er tað, vit kunnu njóta gott av á Glasi í løtuni; úrslitið av einum stórfingnum leiklistaligum masterclass við yrkisleikarum, ið ganga undan og vísa hvussu mann ger og ungdómi, ið fylgir og lærir.

Sostatt er Romeo og Julia eins og hinir leikirnir hjá Det Færösche Compagnie og Tvazz tilfar, sum myndar dreymir. Og funnu tey uppá at seta ein leik upp í eini svávuldós, skuldi eg roynt at fingið um ikki annað, so bara høvdið kroyst inn millum svávulpinnarnar, at eg við egnum eygum kundi forvitnast hvat gekk fyri seg og tað hevði neyvan verið púra vandaleyst. Tí tað mesta, sum hesi fólkini nerta við, vísir seg at vera so mikið listaliga eksplosivt, at tað lættliga fær áskoðaran at tendra – tað er superrelevant, - kreativt og sjáldsama forvitnisligt. Vit liva bara einaferð og út frá hesi sannroynd hava leikbólkarnir gjørt neyðsyn til dygd – vita tit forrestin hvør hevur orðað tað orðatakið um at gera neyðsyn til dygd? Tað gjørdi William Shakespeare í leikinum, The two gentlemen of Verona frá 1595, eitt ár áðrenn leikurin um Romeo og Juliu varð skrivaður. Shakespeare er omnipresentur. Hann er støðugur partur av okkara samrøðu eisini tá vit ikki uppliva hann framførdan á Glasi. Vit kenna uppáhaldið, at tíð er pengar og at reinlyndi ikki varir leingi og hava helst eisini hoyrt viðmerkingina um at okkurt man vera rotið í Danmark ella at gamalt klandur øsir upp nýtt stríð. Kanska hevur mann enntá brúkt stuttligu orðingina um staðið, har sum sólin ongantíð skínur? – bæði hon og allar hinar eru orðingar úr leikum hjá Shakespeare, sum - hevði hann verið til - hevði histað nógv í hesum døgum so nógv sum hann verður umrøddur á Glasi bæði í undirvísingini, men ikki minst aftaná skúlatímarnar og tað er í sjálvum sær eitt bragd! Sjálvt um meira enn fýrhundrað ár eru liðin síðani stórskaldið var uppi á døgum, eru hansara orð framvegis sprellivandi. Tey hava ein merkiliga modernaðan klang, ið ger tilfarið relevant til allar tíðir. At hoyra hesar ódeyðiligu orðingar á føroyskum palli við Sandoyar- og Havnardialektum er ein sonn fragd. Útgangsstøðið er ein týðing frá Hans Tórgarð, sum aftur hesa ferð situr frágera væl.

Úr kalda bláa vetrarmyrkrinum trína vit innar í Glasir, sum kortini ikki heilt er Glasir hetta kvøldið, men meira er átøkt einum sjúkrahúsi við hvítkitlaðum, grímukløddum hospitalsfólkum, sum geva okkum munnbind og minna okkum á at spritta hendurnar. Vit drála, men merkja kortini, at tað er neyðugt at kekka hvat fólkini rundanum gera og minnast aftur óttan og tørvin at fylkjast í flokki og gera eftir boðum, sum lógu í kjalarvørrinum av krúnusóttini. Sjálvt um meirilutin letur vera við at lata seg í munnbind, er seansan týdningarmikil. Hon litar huglagið og setir ferð á eina byrjandi fatan av einum tema, ið snýr seg um tveir einstaklingar, sum bróta frá kollektiva viljanum og ikki gera tað, sum teirra familjur ynskja. Vit skilja at vit eru komin til Verona, sum ikki er ein undurvakur fjálgur italskur miðaldarbýur við ljósareyðum marmorgøtum, men ein ísakøld futuristisk fascismudystopi av einari kristnari sóttarlegu. Kærleikin er ein sótt. Fúrstin er okkurt slag av religiørum yvirdómara, sum stendur ovast uppi á 6.hædd og regerar og rópar amen. Ungdómurin er sjúkur og tað eru genturnar móti dreingjunum ella øvugt. Legan minnir eitt lítið sindur um Zarepta við føstum ritualum, tannbusting og morgunfimleiki, tó at minnini av Vatnsoyrum í grundini eru heldur fjálgari enn legan í leikinum. Í hesum sambandi hugsaði eg um frymilin við dominerandi og undirkúgandi kristindómi kanska er við at vera eitt sindur slitin. Fascismulýsingin tykist kortini ræðandi aktuel.

Leikuppsetingin er gigantisk og fevnir um alt tað risastóra miðrúmið á Glasi. Av tí, at bygningurin er so gjøgnumskygdur sum hann er, er hann fullur av distraktión. Tá leikurin byrjaði, sá eg, at onkur var og keypti inn yviri í Bónus og hugsaði hvør tað mundi vera, løtu seinni tendraði ljósið á lærarastovuni. Fjarstøðan er eisini so stór, at tú til tíðir hevði ynskt teg tættari at øllum teimum dugnaligu leikarunum samstundis sum tú mást taka hattin av fyri sjálvum tí kompromileysa heildartankanum í verkætlanini. Verkætlanirnar hjá DFC og Tvazz eru ofta staðspesifikkar, skaptar til ávís støð og høvi. Tað hava vit sæð í leikum sum Operation Valentine í Sjónleikarhúsinum, Stovugenturnar í Kommandørhúsinum Yviri við Strond og í Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Tankin hesaferð tykist vera, at ein skúlaverkætlan sjálvandi skal framførast á skúlanum, har leikurin eisini verður brúktur í undirvísingarhøpi bæði bókmentafrøðiliga og handverkliga; búnarnir og visuelli samleikin er hugsaður og umbiðin av scenografinum, men tað eru lærarar og næmingar á skúlanum, sum hava seymað teir og tað sama er galdandi fyri hár, smyrsl o.a.. Skúlin er rundur, bygdur kring eitt atrium júst sum víðagitna leikhúsið hjá Shakespeare og teimum, The Globe, so tað er tað, vit gera. Vit framføra leikin á Glasi! Og tá mann hevur tikið ta avgerðina, er tað nokk so snilt at ringja til Sámal Blak. Eg veit ikki um nakran annan, sum er nóg djarvur, kreativur ella nóg svakur at fara í gongd við at gera eina tílíka scenografi. Hana hevur hann gjørt við kreativum yvirskoti og visuellari nýhugsan, ið bæði fevnir um tað estetiskt vakra og einfalda, men eisini tað meira ekspressiva og øgiliga. Samansetingin millum mótsetningar er jú tað, sum skapar konfliktina í leikinum millum familjurnar hjá teimum báðum forelskaðu, men er eisini ein skapandi máttur. Tað uppliva vit t.d. í orðadráttinum, sum tann ovurhonds illsinti Mercutio hevur við Romeo um hvør teirra er mest illsintur: “Tú, ja tú kemur í klandur við ein mann, bara tí hann hevur eitt hár í skegginum enn tú... osfr”. Hesin stuttligi monologurin hjá Mercutio verður vístur í einum fúkandi fantastiskum sms-sekvensi, sum við ljóði og tøkni fangar bæði persónsmenskuna hjá tí skrivandi, men rakar eisini við okkara samtíð og lyndi at meina alt møguligt og øsa okkum, tá vit hava fingrarnar á knøttunum.

Tá eg hoyrdi, at tey fóru at seta Romeo og Juliu upp á Glasi var eg í fyrstani eitt sindur í iva um leikvalið, kanska mest tí eg ræðist romantiserað sjálvmorð millum ung. Eg haldi ikki, at mann eigur at sleppa at hugsa um sovorði fyrr enn mann er nóg gamal til at vita, at alt gongur yvir - eisini tá tað ikki gongur - og at løturnar inn í millum alt tað trupla kunnu vera rættiliga góðar. Men mátin, leikurin er uppsettur og avgreiddur á Glasi ger, at tú alla tíðina verður varug við ymiskt, sum er viðkomandi - ikki minst fyri ungdómin. Til dømis øll hesi vaksnu, sum skulu stýra og hava avgerðarrættin. Ófrælsi í at skula liva upp til tað, onnur hava avgjørt. Tað strævna við ikki at verða tikin í álvara og so ungdómsforelskilsi í tess reinasta og blankasta skapi, tá tað liggur í onkrum spildurnýggjum og óspiltum øki í heilanum, har tað umskarast við ørskapin. Tað er fantastiskt at skoða og teir báðir ungu leikararnir, sum premierukvøldið vóru Harald Egholm og Hjørdis Rannváardóttir Reistrup, spæla, so at mann veruliga trýr uppá kærleikan. Sjálvt um øll kenna plottið nóg væl til at vita, at tað er sum við Titanic going dooooown, so verður mann so mikið rørd av megini í kærleikanum, at mann tekur seg í at heppa og vóna, at hesi ungu fólkini heldur enn at berjast skulu geva seg yvir til kærleikan, so at alt verður gott aftur altso alt. At tann flotta, sterka og óða Týbalta/Helena Gleðisheygg gevur illsinnavættinum Mercutio/ Edvin H.Niclasen eitt klemm. At tann vónríki fríggjarin Paris, hin mildi Magnus Reinert Gásadal við ævinliga blómutyssinum fær ein muss á kjálkan frá - ja bara frá onkrum. At hann sjálvur Donald Hynkel í Hvítu húsunum nokk so skjótt og helst áðrenn hann fær sett alt sítt margháttliga ministarakabinett við Doctor Doom, the Red Skull, the Green Goblin, Thanos, Galactus og Magneto í starv - verður umbýttur við onkran fittligan jødiskan barber og ja generelt bara, at tær góðu reyðgrønu vibesirnar frá kommunuvalinum í Havn eisini mega dryppa yvir á leiklistina, men nú máa vit bíða og vita hvussu leikur fer. Hon sjálv tann klóka, grøna móðir Lorenza á bókasavninum, nei, eg meini í urtagarðinum, minnir okkum á, at alt hevur tvær síður: “Viðhvørt er dygd í tí, tey rópa ilt,/ og dygdin sjálv kann saktans vera spilt.” Tað er Marita S. Dalsgarð, sum spælir henda stóra leiklutin, sum upprunaliga er ein munkur. Í hesari uppsetingini er hon ein sera sannførandi klók kona, sum hugsar seg um áðrenn hon tosar og hvørs ráð verða fylgd.

Yrkisleikararnir hava altso umframt sín egna leiklut eisini havt ymisk skeið fyri teimum ungu leikarunum. Mariann Hansen hevur undirvíst tey í at standa á palli, Gunnvá Zachariasen hevur havt ræddarvenjing og er eisini framleiðari av leikinum, Bárður Persson og Marita S. Dalsgaard hava vegleitt tey ungu á ymiskan hátt og Búi Dam er leikari umframt at vera leikstjóri. Av tí, at tey hava valt eitt dupult setup, har skift verður millum tvær sjónleikaramanningar eru tað nú eini sekstan ungdómar, sum ganga runt og duga Shakespeare uttanat á føroyskum. Eg eigi sjálv ein Benvolio við hús og havi tí við egnum eygum upplivað sanna Shakespearepassión seinastu mánaðarnar. Tað er framúr! Frástøðan er rættiliga stór millum leikararnar og hetta er møguliga ein orsøk til, at mann so væl leggur til merkis mun á leikarunum og mátanum, tey spæla sjónleik. Onkur er meira ekspressivur og dramatiskur meðan onnur ikki tykjast hava tørv á nógvum øðrum enn megini í orðunum. Men har er eisini stórur munur á staðsetingini av leikarunum. Summi síggja vit langt frá, meðan andlitsbráið á øðrum sæst týðiliga til dømis tá tað umvegis fartelefon verður varpað upp á stórar skermar. Vit áskoðarar eru settir á triðju, fjórðu og fimtu hædd og skulu hyggja bæði niður, yvir og uppeftir og henda áskoðarastøðan tykist onkursvegna modernað, dynamisk og ókomfortabul. Visuelt gerst brunnurin í neðra eitt svalandi og samlandi miðpunkt í kompositiónini, sum eitt øvugt oculus, eitt reinsandi eyga til kærleikan og ævinleikan.

Romeo og Julia á Glasi er bæði ein skúlaverkætlan og eitt framúr ambitiøst leiklistaverk hvørs líka vit ikki hava sæð áður. Uppsetingin hjá okkara mest progressiva og visionera leikstjóra, Búa Dam og hansara megnar liði er ein ovurhonds flottur og væl spældur leikur, ið er tann 11., sum Studentaskúlin/ Glasir hava sett upp – hinir 10 hava verið sangleikir - nú fingu vit ein klassiskan sjónleik, ið er skrivaður við blankversum. Tað eru fimmfótaðar reglur við øvutum tvíliði; sonevndar jambur; badam, badam, badam, badam, badam. Tónleikur er í málinum í fasta stevinum, sum verður treystari av perkussivu ljóðsíðuni, ið Dánjal á Neystabø stendur fyri saman við Heðini Ziska Davidsen. Ljóðið í verkinum er grundleggjandi eins og hjartasláttur, ið neyvt fylgir gongdini og rútmuni í leikinum yvir í tað ekspressiva og ógvusliga. Tá so deyðin kortini kom við síni troyttandi ævigu tøgn og sorgblíðu harmaljóð Bachs Komm, süßer Tod, komm, selge Ruh stillisliga breiddu seg niður yvir okkara sorgarbundnu høvur, var tað so vakurt, at hjartað gloymdi eitt slag, so at eygað misti eitt tár.

Kinna Poulsen

Fotomyndir: Erla Rajani Ziskasen

LEIKARAR

Í CAPULETS HÚSI

JULIA dóttir Capulet

Hjørdis Rannváardóttir Reistrup / Kristina Halgaklett

CAPULET

Gunnvá Zachariasen

TÝBALTA, systurdóttir Capulet

Helena Gleðisheygg / Katrina Zachariasen

FOSTRAN hjá Juliu

Mariann Hansen

PETRUCHIA, skyldkona Týbaltu

Anja Lið

TERNUR í húsinum

Inger Dahl og Lóa Hansen

Í MONTAGUE HÚSI

ROMEO sonur Montague

Harald Egholm / Tóri Madsen

MONTAGUE

Búi Egason Dam

BENVOLIO

Grækaris Gregersen / Kristian Herluf Poulsen

ÁBRAM

Kim Holm Poulsen

JÓHANNUS

Jógvan Jón O. Henriksen

FÚRSTANS ÆTT

FÚRSTI í Verona

Bárður Persson

MERCUTIO, vinmaður Romeo

Edvin H. Niclasen / Bjørn Ulvdal Simonsen

PARIS greivi, skyldmaður fúrstans

Magnus Reinert Gásadal

ONNUR

LORENZA móðir, fransiskanaranunna

Marita S. Dalsgaard



LISTARLIGA TOYMIÐ OG FRAMLEIÐSLA

Búi Egason Dam: Leikstjóri og leikari

Gunnvá Zachariasen: Framleiðari, leikari, undirvísing og raddarvenjing áhugaleikarar

Sámal Blak, Pallmynd: Hár og búnar, samleiki

Durita Sumberg Poulsen: Samskipari og pallstjóri

Dánjal á Neystabø: Tónasmiðjur

Heðin Ziska Davidsen: Tónasnið

Baldur Kampmann: Ljóðsnið

Ólafur Áugúst Stefánsson: Ljóssnið

Búi Rouch: Rørsluleikstjóri

Eyðfinn Bogason Lamhauge: Tónleikari

Anny Joensen Thorsen: Rekvisitør

Búgvi Øster: Skermasnið/tøkni

Maria Jóngerð Gunnlaugsdóttir: Hjálparleikstjóri, starvslesandi úr Listaháskóla Islands

Julian Nygaard: Ljóshjálparfólk

Marin Av Trøð Lauritsen: Ljóðhjálparfólk

Magnus Reinert Gásadal: Tónleikahjálparfólk, starvslesandi frá Sjællands Kirkemusikskole

Marita S. Dalsgaard: Persónsleikstjórn og undirvísing av áhugaleikarum

Mariann Hansen: Undirvísing í at standa á palli

Bárður Persson: Vegleiðing av áhugaleikarum

Erla Ziskasen Rajani: Myndir

Guðrið Syderbø: Samleiki og grafikkur

SKAPANDI TOYMI Á GLASI OG FRAMLEIÐSLA

BÚNAR

Laila av Reyni
Beinta Karbech Mouritsen
Súsanna Elisabeth av Teigum

Næmingar á klædna og skapandi fyrireikingarbreyt Y23klæ, 22r, 23r og 24r: Birita Skarpsheðinsdóttir Joensen, Bjørt Andreasen, Cecilie Bruun Müller, Døgg Sunadóttir Johansen, Elspa Suffía Joensen, Eyðvør Gudmundsson, Marta Djurhuus, Rannvá Amalia Hansen, Samuelina Maria Højgaard, Hervør Rasmussen, Norun Højgaard Ali, Ranja Rúnadóttir Danielsen, Ronja Rasmussen, Sesilia Hentze, Tór Jógvan Isaksen, Anja Lið, Dan Fernandez Heinesen, Elisabet Sofía Larsen, Helena Dahl Samuelsen, Helena Gleðisheygg, Lea Strøm, Lena Magnussen, Marið Neslíð, Nita Hansdóttir Staksberg, Ruth Thomassen, Sarah Sighvatsson Hansen, Anita Gudmundarson, Anita Kirstine Madsdóttir, Anna Kirstin Poulsen, Beinta Falkvard Joensen, Elsa Ennigarð Lauritsen, Erla Emily Lið, Fía Gaardbo Lützen, Malan Jónsdóttir, Malena Sinclair, Margreta Lív Olsen

HÁR OG SMYRSL

Eydna í Billustovu
Laila Carlsen
Unn Vitalis Zachariassen

Yrkisnám 1 Hárdeildin:
Agnes Amalia Danielsen, Angela Allansdóttir Hjaltalin, Gladys Dania Malbjargardóttir Thomsen, Gunnvør Magnussen, Kristina Sofia Grøndahl Tummasardóttir, Ninna Jóhanna Nattestad Kass, Sara Johansen Christiansen, Silja Teresa Hjaltadóttir, Tóra Lassen Viðoy, Vár Stefansdóttir, Veronica Wennerstrøm, Angela Sváva Poulsen, Anna Reynheim, Annie Skillicorn Olsen, Gunn Thomasen, Kristina Enni, Lilja Delmarsdóttir Jacobsen, Lív Arge Hentze, Ranja K H Djurhuus, Ronja Eivør Rasmussen, Sanna Novac Jacobsen, Sára Kambskarð

FRAMLEIÐSLA

Hans Pauli Tórgarð: Framleiðari og ráðgevi
Kartin L. Hansen: Framleiðsla, miðlan, samskipan
Eyðstein Simonsen: Næmingasamskipari
Steinfinn Várlíð: Smíð og bygging
Álvur Jøkladal: Teknisk umsiting

TEKNISKUR VEITARI

Steingrund Akustik SP/F

Jógvan Isaksen vunnið enskan krimiheiður

Jógvan Isaksen hevur vunnið The Petrona Award 2024 fyri Dead men Dancing, sum er enska týðingin av bókini Deydningar dansa á sandi. Bókin vann í kapping við fleiri kendar norðurlendskar krimihøvundar: Anne Mette Hancock - The Collector tr. Tara F Chace (Denmark, Swift Press), Jørn Lier Horst - Snow Fall tr. Anne Bruce (Norway, Michael Joseph), Arnaldur Indriðason - The Girl by the Bridge tr. Philip Roughton (Iceland, Harvill Secker), Jógvan Isaksen - Dead Men Dancing tr. Marita Thomsen (Faroe Islands (Kingdom of Denmark), Norvik Press), Åsa Larsson - The Sins of our Fathers tr. Frank Perry (Sweden, MacLehose Press), Yrsa Sigurðardottir - The Prey Victoria Cribb (Iceland, Hodder & Stoughton).

Dómararnir fegnaðust um hvussu væl javnvágin millum staðseting, søgugongd og persónsgerð riggar í eini bók, sum brúkar lyndiseyðkennini hjá krimiskaldsøguni samstundis sum hon brýtur upp úr nýggjum. Hetta varð gjørt við lýsingini av føroyingum sjálvum og teirra søgu, arbeitt í symmetri við frásøgnina, og eisini við lýsingini av høvuðspersóninum, Hannis Martinsson, sum minnir um siðbundna stílin í norðurlendskari krimiskaldsøgu. Týðingin hjá Maritu Thomsen verður somuleiðis tikin fram sum serliga góð og sermerkt - hon hevur sum skilst m.a. spælt sær við skotskt málføri. Á heimasíðuni hjá The Petrona Award fegnast Jógvan Isaksen um heiðurin: “Eg føli tað sum ein stóran heiður at vinna hesa virðislønina, serliga tá eg síggi, at kappingin fevnir um fleiri av mínum yndis skandinavisku høvundum. Eg eri eisini stoltur av at umboða mítt land, Føroyar, ein sjálvstýrandi part av danska kongaríkinum við egnum máli og siðvenjum. Harumframt eru serlig bond millum Bretland og Føroyingar síðani vinarhersetingina undir seinna heimsbardaga. Eg gjørdist sjálvur limur í Collins Crime Club, tá eg bert var trettan ára gamal, og stríddi meg ígjøgnum krimiskaldsøgur, sum eg næstan ikki dugdi at lesa. Men umsíðir kom eg hartil og havi í nógv ár verið ein beundrari av Agathu Christie, Dorothy Sayers, Eric Ambler, Colin Dexter, Ian Rankin og nógvum, nógvum fleiri...”

https://www.petronaaward.co.uk/2024/

Marita Petersen heiðrað á stórum donskum bólkaportretti

Fotomynd Ólafur Steinar Rye Gestsson www.ft.dk

Týsdagin 12.november varð eitt nýtt stórt bólkaportrett avdúkað í Fólkatinginum av 30 kvinnum, ið allar hava havt týdning fyri fólkaræðið í danska kongaríkinum og í ríkisfelagsskapinum. Millum teirra er Marita Petersen (1940-2001), sum var fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya. Hon var forkvinna í javnaðarflokkinum og fekk torføru uppgávuna at vera løgmaður tíðarskeiðið eftir, at Føroyar vóru farnar á húsagang og máttu til Danmarkar at læna pengar. Tað er listakvinnan Mie Mørkeberg, sum hevur málað flotta, litríka málningin, ið mátar 3x5 metur. Bólkaportrettið hongur í Samrøðurúminum yvir av kenda portrettinum hjá Herman Vedel av 30 monnum, sum fyrireika grundlógarbroytingina í 1915. Báðar myndir kunnu síggjast í Samrøðurúminum, har umleið 60.000 fólk koma árliga. Føroysk listáhugað kennast kanska við Mie Mørkeberg frá hennara vøkru grafisku verkum, sum hon gjørdi fyri nøkrum árum síðani í Steinprenti.

Kinna Poulsen


Kelda www.ft.dk

Hvar bleiv hornorkestrið av?

Nú bókasesongin er í hæddini trokast útgávurnar og royna at koma sær framat at verða lisnar. Tað er ikki bara sum at siga tað so nógv sum vit hava at gera við sjeyogtjúgu serium á netflix og so er tað øll skrollingin á facebook eisini - tað ornar ikki seg sjálvt, men tekur nógva tíð. Fyri mítt egna viðkomandi er lesingin soltin í løtuni ikki bara av tí, at eg skrolli, men eisini eri í ferð við at leggja mínar egnu komandi útgávur til rættis. - Talandi tómleiki, sum er ein bók um verkið hjá Bárði Oskarsson kemur til jóla og komandi ár kemur Í eygnahædd - Um samtíðarlist í Føroyum í 21.øld - harumframt er okkurt annað á skránni, meira um tað seinni. Samtíðarlistabókin er ein lutfalsliga stór bók, sum tekur tíð, eg havi tískil ikki tíð at ummæla tað stóra.

Eg fái tó illa latið vera at koma við einum hurrá fyri nýggju bókini hjá Tóroddi Poulsen serliga tá eg (enn ikki) havi borið eyga við onnur fagnaðarróp í sambandi við hesa hálvtrýssinstjúgundu bókina frá hansara hond, sum verður givin út júst 40 ár eftir, at tann fyrsta kom út - also bók nummar 50 og ár nummar 40 - krevur tað ikki okkurt slag av rumalareiggj? Er tað ikki forkunnugt? Hvat sigur sms-skipanin til tað? Kann hornorkestrið ikki spæla ein illsintan Havnamarsj? Kann Ólavsøkukórið ikki syngja ein Tóroddskan sang um hjúnini, sum høvdu hongt seg á Tinghúsvøllinum og kunnu Bókadagar lesa allar hansara umleið fimmtúsund yrkingar upp ella bara tær nýggju? - Stóð tú eitur yrkingin, sum yrkjarin sjálvur metir vera sína fyrstu góðu yrking, men hann hevur skrivað frá barnsbeini av. Í viðtali við Randi Ward, sum herfyri við Heiðursgávu Landsins fekk uppibornan heiður fyri sínar týðingar av føroyskum yrkingum, greiðir Tóroddur frá, at hann tíðum skulkaði í skúlanum aftan á døgverða og fór á bókasavnið ella oman á kaiina, og onkuntíð, tá ið veðrið var til tað, fór hann niðan á Kirkjubøreyn: “Steinlandslagið á Kirkjubøreyni hugtók meg. Eg plagdi at skriva smáar yrkingar á pappírspetti, sum eg legði undir steinarnar. Tá eg kom aftur, hugdi eg altíð undir steinarnar, men mínar yrkingar vóru horvnar. Eg helt, at huldufólk høvdu tikið tær, so eg skrivaði nýggjar og legði tær har uppi eisini. Eg vóni ikki, at hesar yrkingar vóru útgivnar í hulduverðini, tí tær vóru vánaligar og rímaðar.” (s.57 Randi Ward: Our spring 2013 feature Tóroddur Poulsen í The Bitter Oleander 2013).

Bókapermurnar eru ein søga fyri seg og vísa myndlistaligan ans. Tað var Tove Askham, ið gjørdi permuna á teirri lítlu debutbókini, Botnfall (1984), ið varð útgivin út á egnum forlagi.Í hesum lítla heftinum hómast nógv av tí, ið koma skuldi í stórverkinum, sum hesin listamaður hevur lagt eftir seg. Uppreisturin móti smáborgaralyndinum og allari nostalgi og vanahugsan er eins eyðsæddur, og hann er støðugur; tað er dyrkanin av negatiónini, av tí svarta og av mótsetningunum eisini og av tilfarinum, vindinum og grótinum. Tónarnir geva eisini ljóð frá sær millum reglurnar, og tað visuella er har sum svartar stjørnur í blindum eygum ella lýsandi likkur og túsund fallskíggjahermenn, sum spakuliga dala niður av himni kring yrkjaraegið. Hann stendur ísafrystur eins og ein standmynd á Vaglinum eitt kalt leygarkvøld yvir av standmyndini av Effersøe. Frá byrjan skrivar Tóroddur Poulsen sum ein myndlista- og installatiónslistamaður og hetta er framvegis galdandi í 2024 – hygg bara at yrkingini Kirkja (s.42 í LANDSLAGIÐ VIL IKKI EIGA TEG). Sjálvt um hann er skemtingarsamur og speiskur er hansara yrkingaheimur til tíðir merktur av sorgblídni. Lívið er ikki sjálvsagt og tilveran má livast upp á tross av tí feittuta skugganum, sum støðugt lúrir. Yrkingarnar kunnu tykjast torførar, men eru eisini mangan einfaldar, tí yrkjarin dyrkar  tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir sum eingin annar føroyskur yrkjari at orða tað óvæntaða í einføldum, óuppgjørdum orðingum, so at tú sum lesari í heilum gerst bilsin yvir alt tað spildurnýggja, sum brádliga myndast í huganum og sum ofta hongur saman á ein serligan hátt. Meðan tú lesur Tórodd fært tú í heilum varhugan av samanhangi og ringrás bæði í tilverufatanini, har barndómurin er frammanfyri og dregur teg fram móti endanum, sum kanska er ein byrjan: “eg veit hvat/ eg skal skriva/ tá eg verði stórur:// tá eg var lítil” . Ringrásin er grundstrukturur í verkinum hjá Tóroddi, har orðini eru partar av eini yrking, sum er partur av eini bók, sum er partar av einum lívsverki, sum nú telur hálvtrýss bøkur. Tað melur fyri mær bara við tankan um allar hesar bøkur, sum heldur ikki passa á hillina hjá mær meira. Tað er líkamikið - eg má flyta um uppá tingini, tí hetta verkið er einastandandi uppá allar mátar og sjáldsama samanhangandi og til alla eydnu eins samfelags-(Føroya!!!)kritiskt sum vant og tað hava vit tørv á í einum samfelag við so dýrum sethúsum sum okkara.

dýr sethús og íbúðarbygningar

sum bara tey ríku hava ráð at búgva í

fara spakuliga skríðandi niðan á reynið

sum ikki fer at síggjast meir

í hesum sonevnda paradísi

kanska tað síðsta á foldum

her har í hópatali av sjómonnum búðu

og gingu burtur

so vit enn hoyra havið gráta

aðrir duttu oman í bjørgunum

onnur doyðu í ferðsluni

í okkara tokuta paradísi...”

(s.73 í LANDSLAGIÐ VIL IKKI EIGA TEG)

Kinna Poulsen

Fremmand Allastaðni

Heimafturkomin frá einari av heimsins týdningarmestu listamessum, biennaluni í Venesia, slær tað meg hvussu nógv hon í ár snýr seg um skuld og at rinda aftur skuld. Spurningurin er hvørt tey órættaðu eru fús at taka ímóti umberingini og um tey yvirhøvur til staðar har í fagra Venesia, býnum, sum dandar á aldum í sjónum, ið hómast allastaðni eins og ein blágrøn glitrandi grund upp móti teimum lýsandi appilsingulu aperolspritzgløsunum.

Fyrigevingin er sum kunnugt ein rættiliga grundleggjandi partur av kristnari mentan og meðan vit fyrigeva, vóna vit at verða fyrigivin og um vit viðganga, at vit hava syndað, kunnu vit fáa fyrigevingargávuna. Har er eitt sovorði trygt og tiltalandi býtislutfall í hesum, sum tryggjar, at báðir partar fáa nakað burturúr. Men um iðranargongdin í sjálvum sær gerst partur av eini strategi, er tá nakað vunnið?

Tað er Europa, sum umber sína aldargomlu priviligeraðu støðu í heiminum. Uppgávan er latin Adriano Pedrosa úr Brasil, ið er stjóri í Museo de Arte de São Paulo. Hann er fyrsti latínamerikanski kurator á Venesiabiennaluni, sum í ár hevur tað heldur provokerandi, men eisini fleirtýdda heitið Stranieri Ovunque; Fremmand Allastaðni. Á teimum báðum stóru kurateraðu framsýningunum á biennaluni hevur Pedrosa á ymsan hátt valt at leggja dent á listafólk, ið ikki áður hava framsýnt á Venesiabiennaluni – av teimum eru yvir 300 ikki til meira. Øll hesi fremmandu listafólkini, sum nú á fyrsta sinni hava heiðurin at sýna fram á Venesiabiennaluni, eru tískil ikki greið yvir sítt listaliga frambrot við tað, at tey eru deyð. Tað er spell og eitt sindur margháttligt – tú sært hópin av modernistiskum og abstraktum verkum hjá listafólkum, sum tú heldur teg kenna; tað kundi verið Pablo Picasso, Kasimir Malevich, Berthe Morisot, Paul Klee, Edouard Manet, Amedeo Modligiani, Wassily Kandinsky ella Hilma af Klint. Men verkskeltini halda hinvegin uppá, at avvarðandi listafólk eita Nena Saguil, Judith Lauand, Mahmoud Saïd, Nour Jaouda, Kazuya Sakai, Gazbia Sirry, Gladys Mgudlandlu, Dumile Feni osfr. Tað er so løgið at uppdaga, at øll hesi verkini eru skapt av lutfalsliga ókendum listafólkum úr øllum heimsins herðashornum í Afrika, Asia, Miðeystri og Latínamerika í aðru helvt av 20.øld og altso lutfalsliga seint í tíðini. Av framsýningartekstum skilst, at tað í onkrum øki hevur verið ein einstøk bók við verkum hjá t.d. Picasso, ið hevur inspirerað lokal listafólk, sum hava brúkt bókina at mála eftir. Hetta sama er ikki ókent í Føroyum. Og tað er yvirhøvur gott fyri sjálvsálitið at kunna staðfesta, at onnur fólkasløg eru líka sein sum føroyingar, ið uttan at blinka málaðu impressionistiskt og kubistiskt fram í 21.øld

Tað er tankin, sum telur verður sagt og mann kann kanska siga, at tankin at draga fram hesi ókendu listafólkini fram úr gloymskunnar havi, er grundleggjandi sympatiskur. Viljin og evnini til at breiðka tað vanliga sjónarmiðið, so at tað rúmar minnilutum, er heilt vist eisini imponerandi og sjálvandi eru listaligar dygdir at finna her og har. Men hjá einum føroyingi, sum er búsitandi eitt nokk so fitt petti uttan fyri heimsins miðveldi bæði farandi og komandi, eru hesar framsýningarnar eitt listaligt vónbrot. Tað er sum um at vera í einum risastórum endurnýtsluhandli, har tú gongur og válar í týdningarleysari hermilist og tað var nú ikki akkurát tað, eg hevði væntað av Venesiabiennaluni.

Og meðan lítil ivi er um áleikandi tørvin á eini seriøsari iðranargongd og umbering fyri hvítan, maskulinan, náðileysan, mergsúgvandi, sjauvinistiskan, heteronormativan, koloniharraalvaldandi og centralistiskan dominans, er spurningurin ikki bara um listabiennalan er rætta tíð og stað, men eisini um tað yvirhøvur hjálpir uppá heimsins ójavna at framsýna vánaliga list. Venesiabiennalan er sum konstruktión bygt á eitt blómandi mentanarligt Europa frá renesansu og fram í 20.øld. Eg skal ikki siga tað fyri vist, men at síggja til var meginparturin av okkum áskoðarum á Venesiabiennaluni europearar úr somu priviligeraðu kreativu stætt sum eg sjálv. Og samstundis sum vit rætta aðru hondina fram at taka í móti teimum undirpriviligeraðu, hava vit eitt stórt reytt steðgiskelti í hinari. Í somu viku, sum eg vitjaði Venesiabiennaluna, sigldi eitt skip, fult av flóttum aftur og fram millum Italia og Albania orsakað av eini roynd hjá Italia at parkera ein part av sínum mongu flóttafólkunum. Hetta er ein risastórur heimsfevnandi trupulleiki, sum vit heldur skuldi samstarvað um enn at lata tilvildarliga landafrøðiliga staðseting avgera ábyrgdina.

Hugskotið at hava eina altjóða listastevnu í einum býi sum liggur á pelum í sjónum er eins ópraktist og tað er dárandi. Har verður knossað og borið gjøgnum trappur yvir brúgvar og tað er sera ómagiligt á at skoða. Aftaná slættligheitirnar á kurateraðu framsýningunum var tað eitt satt vælsignilsi at vitja sjarmerandi Peggy Guggenheimsavnið, tí har finst bara góð list. Fyri tað allarmesta er talan um list hjá listamonnum gamaní, tí soleiðis var gamla mynstrið, men við einum praktfullum undantaki av einum málningi hjá Leonora Carrington.

Okkara listamaraton førdi okkum eisini til Pinault Collection í Palazzo Grassi, har heimskendi listamálarin, Julie Mehretu sýnir fram saman við vinfólkum. Tað eru málningar, sum etiopiska listakvinnan, ið er búsitandi í New York hevur málað í hesari øldini. Málningarnir eru risastórir, teir elstu við eyðkendu samansettu ljósu myndaflatunum við gjøgnumskygdum løgum av yðjandi neyvum býartekningum, ekspressivum landsløgum og leysum og tó sniðføstum málningastrokum. Hetta eru verk, ið taka tíð at skoða – tað er eitt sindur sum við málningunum hjá Rannvá Kunoy og Hansinu Iversen, ið kykna í áhugaverdum sambondum millum tey ymsu løgini í kompositiónini.

Pinault Collection fevnir eisini um Punta della Dogana, gamla tollbygningin í Venesia, har Pierre Huyghe hevur eina hugvekjandi framsýning, sum hann nevnir Liminal. Listamaðurin er serliga kendur fyri verk, sum granska í muninum millum humant og nonhumant. Huyghe hevur gjørt eitt tað óhugnaligasta videoverkið, eg havi sæð. Tað er Human Mask (2014), ið gongur fyri seg í einari tómari matstovu í Fukushima, japanska býnum, har størsta kjarnorkuvanlukka síðan Tjernobyl hendi í 2011. Í einari tómari matstovu fylgja vit einari apu í gentuklæðum og einari gentumasku. Tað er als ikki lætt at greiða frá hví verkið er so óhugnaligt - jú huglagið í tóma býnum er sjálvsagt óunniligt, men eg haldi, at Human Mask fær okkum at ivast í menniskjaleika í sjálvum sær. Kann menniskjaleikin bara vera menniskjaligur og hevur handan apan tað ókey? Slíkir tankar koma sníkjandi í myrkrinum meðan apan við hárutum beinum og álvarsligum, døkkum eygum sjølkar runt í køkinum á matstovuni. Myndamálið hjá Pierre Huyghe er bæði futuristiskt og vintage og minnir um Chris Cunningham og Stanley Kubrick (A Space Oddyssey). Tað snýr seg um vitlíki, sum mann illa fær vent sær fyri í løtuni, men perspektivið hjá Pierre Huyghe er ikki bara tað vanliga óttafulla deyðan-í-durunum-dyrkandi sjónarmiðið – tað er meira lívsjáttandi við trúgv uppá menniskjað og tess mentan og uppá lívsmegina og lívið sum heild soleiðis sum tað hevur tikið skap á foldum í milliónir av árum, sum vit síggja í vøkstri og kyknum í harpiks.

Hetta er trýssinstjúgundu ferð listabiennalan verður hildin í Venesia, býnum, ið verður nevndur Adriahavsins drottning. La Biennale di Venezia er ein mentanarstevna, sum annaðhvørt ár skiftir fokus millum myndlist og byggilist. Biennalan er myndað av fleiri framsýningum, sum eru staddar ymsastaðni í Venesia. Høvuðsframsýningin er í Central Pavilion í Giardini og Arsenale og harumframt eru hópin av framsýningum, sum ymiskar tjóðir hava skipað fyri í paviliongum og palassum kring allan býin. Tann dagin, vit komu til Venesia skvatlaði sjógvurin upp um kaikantin og eg helt tað vera flóð, men høga vatnstøðan vísir seg at vera status quo í býnum, sum hevur hópin av rampum standandi klárar til fólk at ganga á, tá tað fløðir. Húsini í Venesia eru bygd á pelar, sum spakuliga sjunka og rotna og orsakað av veðurlagsbroytingum søkkur býurin skjótari enn áður hildið. Men tað fer vónandi at ganga; býurin er á varðveitingarlistanum hjá Unesco og í Italia brúka tey nógvar pengar til umvæling av sínum mongu søguligu støðum og monumentum.

Brot úr fotomynd hjá Ugo carmeni

Tað er serliga spennandi at trína inn í donsku paviliongina. Statens Kunstfond hevur í ár boðið grønlendska fotografinum Inuuteq Storch at umboða Danmark. Danmark hevur tikið lut á Venesiabiennaluni síðan byrjanina í 1895 og síðan 1932 í egnum donskum framsýningarskála í Giardini. Framsýningin hjá Inuuteq Storch, Rise of the Sunken Sun, sum Louise Wolthers kurateraði, er tískil søgulig. Fyri ein føroyskan framsýningargest er tað ómøguligt at leggja postkolonialar umstøður og eitt harvið fylgjandi politiskt sjónarmið heilt frá sær. Men framsýningin leggur eisini upp til hetta við tað at Kalaalit Nunaat er skrivað oman á vanliga framsýningarheitið á paviliongini; Danmark. Yvirskriving er eitt slag av defacing, ein rættiliga ágangandi listalig strategi, har tú fremur eina listaliga ætlan við at gera teg inn á tilfar hjá øðrum. Stórur munur er eyðvitað millum føroyingar og inuittar, tó at vit eru felags um eina í prinsippinum lægri støðu í mun til Danmark í Ríkisfelagsskapinum. Føroyskur samleiki er ósjónligur, tá tað kemur til húðarlit osfr, har vit líkjast danskarum og kanska er hetta ein orsøk til, at málið hevur so heilt ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar. Tá eg tríni inn í framsýningina skymist eg eftir grønlendska tekstinum men til fánýtis. Og sjálvt um framsýningin innihaldsliga er skipað við ansi fyri grønlandska flagginum, Erfalasorput, tykist huglagið í framsýningini meira kerligt enn polemiskt.

Framsýningin hjá Inuuteq Storch hugtekur áskoðaran við sínum universala denti á gerandisdagin við at síggja til privatmyndum av fólkum frá fleiri ættarliðum, sum eru avmyndað heima ella til arbeiðis í støðum, har tey hvíla í sær sjálvum og ikki sýnast uppstillað til myndatøku. Uppstillað eru fólkini hinvegin í nøkrum eldri myndum hjá fotografinum John Møller, har inuittar í tjóðbúna standa við síðuna av prestum ella donskum embætisfólki í sunnudagsklæðum. Hatta serliga undirbrotliga og stórhugnaliga huglagið kennir mann aftur – løgnu kensluna av at roynt verður at liva upp til eina ímynd, sum fremmandagesturin hevur og sum mann ikki ordiliga kennir ella skilir. Henda framsýningin er áhugaverd hjá einum føroyskum áskoðara, men er eisini viðkomandi hjá øllum gestum av teirri einføldu orsøk, at Inuuteq Storch er ein framúr dugnaligur myndamaður.

Sveisiska paviliongin var stuttlig og burlesk við Guerreiro do Divino Amor, sum saman við øðrum listafólku viðmerkja samtíðina við einari speiskari lýsing av einum postfaktuellum framtíðarsamfelag. Íslendska framsýningin var næstan postlistalig, konseptuel, sett upp sum ein básur í einari sølumessu og kanska skilti eg tað ikki ordiliga. Listalig hæddarpunkt upplivdi eg hinvegin á framsýningum hjá Japan, Týsklandi, Fraklandi, Uruguay, Serbia og Ukraina og á framsýningini við fotomyndum hjá Peter Hujar osfr. og allar hesar framsýningarnar hava uppiborið eitt ummæli í part.

Men hvat snýr listin í Venesia seg um, hvar er rák? Jú, men tað er nøkulunda har, sum føroyska samtíðarlistin er. Tað er list, ið snýr seg um at vera til í dag, at halda fast í tilfarinum, meðan tað upploysist. Um at liva meðan mann er í ferð við at doyggja. Um støðugt stoffskifti og brádligan undirgang, um flóttar og kríggj í sjónarringinum við eymleika í eygnakrókinum. Um utopisk og intergalaktisk alternativ og veldugan kærleika til okkara jørð og lívið á henni.

Samanumtikið var Venesiabiennalan ein lívs- og civilisatiónsjáttandi uppliving eisini sjálvt um Føroyar manglaðu. Í altjóða høpi er tað sum føroysk list dettur niður ímillum fleiri stólar kanska tí hon ikki ber seg at sum mann kundi væntað av list frá einari pinkalítlari oyggjakoloni í útnorði. Men í einari tíð har tey áður forfordeildu hava momentum, passa vit ikki inn í frymilin fyri hvussu tílík list kann síggja út. Fyri tað fyrsta er føroysk list ikki nóg etnisk, hon er ikki nóg upprunalig og snýr seg ikki einans um føroyskan samleika. Føroysk list er sofistikerað og altjóða og trínur fram við so stórum sjálvsáliti sum var hon úr einum av teimum stóru sjálvstøðugu londunum. Men tað er hon ikki og altjóða er hon framvegis ókend. Vit kunnu sjálvandi leggja okkum á sofuna og bíða eftir at Danmark ella onkur annar tekur synd í okkum og bjóðar okkum til Venesia at sýna fram, men tað kann gerast drúgt at bíða. Tá hevði kanska verið betur um vit sjálvi komu í gongd við einari skipaðari tilgongd við einum alment fíggjaðum (heilt ella partvíst) stovni/persóni, sum arbeiðir fyri føroyskari list úti í heimi við serligum denti á Venesiabiennaluna soleiðis sum tað verður gjørt við tónleiki, bókmentum og filmi. Annars kann tað vara heilt ómetaliga leingi áðrenn nakar føroyingur sleppur við á Venesiabiennaluna.

PS – Tá eg fór at sortera myndir uppdagaði eg, at ein føroyingur longu er umboðaður á Venesiabiennaluni – tað er sjálvandi ein tónleikari (sí síðstu myndina).

Kinna Poulsen

Vónbjørt Vang fekk virðisløn M.A.Jacobsens

M.A.Jacobsens virðislønir og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs vóru latnar í dag. Handanin gekk sum vant fyri seg í Müllers Pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé. Her eru grundgevingarnar frá nevndini.

Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð.

Svørt orkidé er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av.

Við Svørt orkidé fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er Svørt orkidé ein sjálvstøðug eind. Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld.

Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.

Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp.

Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar.

Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu. Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.

Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar.

Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.

Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.

Inger Smærup Sørensen á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum

Tá hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum, var Inger Smærup Sørensen í fleiri ár partur av toyminum, sum skipaði fyri bókmentafestivalinum Bókadagar. Í ár verður hon við í øðrum leikluti. Hon vitjar Bókadagar sum rithøvudur og fyri at leggja fram sína fyrstu skaldsøgu, Dødsbo, sum er róst til skýggja av ummælarum. Hetta verður 16. novembur, kl 17.

Nógv munnu minnast Inger frá tíðini, hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum sum ein av fyriskiparunum av ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, m.a. summarframsýningum og tiltøkum sum Bókadagar. Tá setan hennara gekk út í 2023 eftir 8 ár í starvi, flutti Inger aftur til Keypmannahavnar, har hon skrivaði Dødsbo. Skaldsøgan, sum er hennara fyrsta, hevur vakt stóran ans og fingið sera góð ummæli.

Nej, Inger er ikki ókend í Føroyum. Í árunum 2010 til 2014 hevði hon listabloggin, Listin, saman við Kinnu Poulsen. Eisini seta vit navn hennara í samband við nógvar greinar, tekstir til skráir og bøkur um list. Dødsbo er tó hennara fyrsta skaldskaparroynd - og hon royndist serstakliga væl. Ummælarar hava borið hana saman við so viðurkendar rithøvundar sum Helle Helle úr Danmark og Auður Ava Ólafsdóttir úr Íslandi, og í september var Inger heiðrað við Munch-Christensen virðislønini fyri skaldsøguna.

Dødsbo snýr seg um eina konu, sum velur at taka seg úr skundmikla býarlívinum; hon sigur starvið frá sær og flytir út á bygd í eitt gamalt deyðsbúgv. Har eru lutir og innbúgv eftir fyrrverandi eigaran, Elly, sum nú gerast hennara. Í hesum nýggja umhvørvinum og nýggja lívsstílinum - við burðardygd og náttúruni í miðdepli - skal hon fóta sær. Skaldsøgan spælir við temu sum umhvørvisskaldskap og at gera upp við seg sjálva, eins og skaldsøgan spyr, hvussu vit kunnu liva eitt innihaldsríkt lív í einari tíð, sum er so merkt av veðurlagsbroytingum.

16. novembur kl. 17 kunnu vitjandi á Bókadøgum hoyra Inger Smærup Sørensen greiða frá Dødsbo, um hvørt umhvørvisskaldskapur er viðkomandi, og ferð hennara frá at miðla list til at gerast rithøvundur. Hetta verður serstakt høvi at hoyra áhugaverdu nýggju røddina í norðurlendskum bókmentum. Tiltakið er ókeypis.

Bókadagar vera í Norðurlandahúsinum 16. - 17. novembur. Leygardagin eru tiltøk til bæði vaksin og børn. Sunnudagurin er serliga ætlaður barnafamiljum.